Search
Close this search box.
Hey, havi ein spurning veit ikki um tit fáa svara honum tá eg ikki gongd ordliga duga at seta orð á. Kann okkurt ræðuligt henda tá ið man er lítil men heilin roynur at gloyma tað men kroppurin minnist tað? tí fyri stuttari tí sínni byrjaði at føla ótrygga á mær og eg droymi alla tí um onkran myrkan mann í hyggur at mær…alt hendi so knappligt.. Eg eri 18 ár og búgvi sjálv í einum húsi, og eg eri byrja at blíva rættliga bangin tá íð myrki kemur og onkur gongur forbíð húsini ella telfonin ringir, eg veit ikki hví? Havi aldrig fyrr verði bangin ella havt handan dreymin,so eg veit ikki um okkurt er hent og eg havi verði ov lítl at minnast,kanska kroppurin byrjar at minnast okkurt, men heilin vil ikki?? ella nei eg veit ikki um eg hugsi býtt?

Góða tú, ið ert bangin!
Fyri at byrja við tínum seinasta spurningi, so haldi eg ikki, at tínir tankar eru býttir. Tað eru nógv fólk, ið stríðast dagliga við líknandi tankar, sum tú hevur, og tað er ofta, at ein ikki vil tosa við nakran um hesar tankar, tí ein heldur teir vera so mikið býttar, at ein heldur, at onnur fara at halda ein vera løgnan ella sálarliga sjúkan, um tey fáa hetta at vita. Tað er sambandið millum kenslurnar og kroppin, ið gera, at ein kann knappliga vekjast av einari ringari uppliving frá fyrr. Tað kann vera frá einari traumatiskari hending í eins egna lívi, tá ein var yngri, ella kann tað eisini vera frá einari traumatiskari hending hjá onkrum øðrum, ið ein hevur hoyrt um, sum hevur gjørt stórt inntrykk. Tað kann eisini vera komið frá einum filmi ella blaði, ið tú hevur sæð. Altso alt, sum tú hevur upplivað sum óbehagiligt og onkursvegna hevur goymt burtur, og er farið í dulvitskuna ella undirbevítsheitina, kann koma fram aftur sum angist ella sum aðrar kenslur. Kanska kann ein sálarfrøðingur hjálpa tær at finna fram til, hvar tín angist stavar frá og hvussu tú kanst fáa arbeitt við tí, fyri at fáa tað betri. Tú kanst altíð venda tær aftur til okkara. Kanska er tað lættari at kjatta, so at vit kunnu fáa eina meira natúrliga samrøðu um tað heila.

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…