Search
Close this search box.
Hey Tit! Eg havi ein trupulleika í skúlanum, tí eg tími ikki í fimleik, tí at lærarin, haldi eg, er býttur, og so haldi eg, at tað, sum vit gera, sær so pillbýtt út, og hann hevur ringt heim, tí eg havi ikki fimleikaklæðini við. Skal eg siga mína meining við hann?

Hey Næmingurin!
Takk fyri brævið!
Eg skilji á tær, at tú ikki tímir til fimleik, at lærarin er býttur, og at tað, sum tit gera, er býtt.
Tað ljóðar ordiliga keðiligt hjá tær. Enn verri er tað, tá lærarin ringir heim.
At enda spyrt tú, um tú skalt siga tína meining við læraran.
Eg haldi avgjørt, at tú skalt tosa við foreldrini hjá tær, um hvussu tú hevur tað í fimleikatímunum, so at tey hava ein møguleika at skilja teg, og kunnu hjálpa tær at tosa við læraran.
Tú ert 13 ár, og tá er tað ikki óvanligt at ein ikki tímr til fimleik og svimjing. Kroppurin broytist
frá at vera barn til at verða vaksin, og ein kennir seg kanska fremmandan í egnum kroppi.
Er tað tað, sum kann vera grundin ella kann tað vera okkurt annað?
Hvussu hevur tú tað annars í skúlanum?
Skúlin ger av, at tit skulu hava fimleik, so tað er ein uppgáva, sum lærarin hevur fingið. Hann hevur skyldu til at siga foreldrunum hjá tær frá, um tú ikki luttekur í fimleiki.
Vónandi gongur alt væl hjá tær, og tú ert alt vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf 116 111 ella skriva aftur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…