Hey!
Tað fyrsta eg hugsi um, er um tú og gentan eru so góðar vinkonur? Rættar vinkonur eiga at virða hvønn annan og tað haldi eg ikki hon ger tá hon roynir at smikra seg inn á tann drongin tær dámar.
Tá hann hevur sagt við hana og onkra aðra gentu at hann dámar teg, so kundi tú roynt at spurt hann um tað passar. Sigur hann ja og tit byrja at ganga saman, kanst tú fortelja honum hvussu ringt tú hevur tað tá aðrar gentur eru nærgangandi móti honum. Hann heldur kanska tað er deiligt at fleiri gentur halda hann verða lekran og hugsar ikki um at tú verður kedd.
Eg haldi eisini at tú skuldi sagt við vinkonuna, at tú ert kedd um at hon er so nærgangandi. Um hon er ein góð vinkona skilur hon tað og letur vera.
Góða eydnu við øllum og skriva endiliga aftur, um tú hevur tørv á tí.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin