Search
Close this search box.
Hey Eg havi ein livandi fantasi, og øll arga meg við tí, tað er so keðiligt. Kunnu tit hjálpa mær ? Eg tími ongantíð  í skúla, tí eg veit, at tey fara at arga meg… Tann besta heimasíðan man altíð kann stóla uppá.

Góða tú við tí góða fantasiinum !
Kanska er tað so, at hini er øvundsjúk um, at tú hevur so livandi fantasi. At tú dugir at ímynda tær tað, sum hini ikki síggja, er heilt vist gott. Kanska kanst tú brúka hetta til at skapa ymiskt, skriva søgur ella eitt manuskript til ein film ella líknandi.Tað eru gávur, sum onnur helst vildu ynskt, at tey sjálvi høvdu, og sum kann geva tær nógvar møguleikar seinni í lívinum.
At tú ikki tímir í skúla, tí tú veitst, at tey fara at arga teg, er ein kensla í tær sjálvari, sum er ring at ganga við. Tað ger, at tú ikki sleppur at brúka tín fantasi, tí tú ert bangin fyri, at tey fara at happa teg fyri tað.
Royn at hugsa um alt tað góða við tí at hava ein livandi fantasi. Og sig við teg sjálva at tað er ein styrki, og ikki ein veikleiki!
Takk fyri, at tú sendir okkum eitt so væl uppsett og vælskrivað bræv, sum samstundis er sum ein yrking!

Alt tað besta!

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…