Góða Tú,
Vit vita ikki hvat tú meinar við. Men sum heild, um tað henda broytingar á kroppinum, man ikki kennist við, so skal man fara til kommunulæknan. Hetta er fyri at fyribyrgja at tað ikki blívur verri – so vit halda ikki at tú skal bíða.
Nú vita vit ikki um tú hevur roynt at veri til undirlívs kanning áður. Tað munnu vera tey flestu, ið halda tað verða keðiligt at fara til undirlívs kanning. Tað hjálpir at hava onkran hjá sær, sum man hevur álit á. Tað kundi t.d. verið mamma tín ella ein vinkona. Tú avgerð sjálv, um tú vil hava onkran við inn ella ikki. Mamma tín kann undir øllum umstøðum hjálpa tær at ringja til læknan og fáa avtala eina tíð, um tú ikki ynskir at gera hetta sjálv.
Tá tú sigur at tað er onkur broyting har niðri. So skal læknin bara sleppa at síggja hvat tað er, so hann ella hon kann hjálpa tær víðari.
Tú kann fáa eitt lítið ráð við á vegnum: Tá man fer til undirlívs kanning, hjálpir tað eitt líti sindur, um man fer í eina langa blusu tann dagin, so man ikki følir seg so beran.
Tú er hjartaliga vælkomin at venda aftur til okkum, um tú ikki torir, ella um tú hevur fleiri spurningar.
Tú & Eg Ráðgevingin