Góða Kvennkyn!
Takk fyri brævið, sum vit hava valt ikki at leggja út! Tú dugir ómetaliga væl at greiða frá, hvussu tú hevur tú tað og hvussu tað følist. At tú hóast alla pínuna skrivar hetta brævið, er tekin um, at tú hevur nógva styrki og vilja. Vit hava kjattað við teg fyrr í dag, men vilja eisini gjarna svara brævinum, sum tú sendi okkum áðrenn. Tað er eftir ynski frá tær, tí tú heldur tað vera lættari at lesa brævið umaftur og umaftur, tá tú hevur tørv á tí, so eg svari so gott sum eg kann.
Út frá teimum álvarsligu trupulleikunum, sum tú hevur við t.d. at hoyra røddir, sum eru sera oyðileggjandi fyri teg og sum tú stríðist við sjálv, vil eg mæla tær til at venda tær aftur til læknan ella heilsufrøðingin í skúlanum, hóast tú hevur roynt. Tað er ikki gott, at tú ikki vilt hava, at tíni foreldur skulu kunnast um álvarsligu støðuna, ið tú ert komin í. Tey hava ábyrgdina av, at tú trívist og hevur eitt gott lív, og tá tú ikki ynskir, at tey skulu hjálpa tær, forðar tað tær í at fáa ta hjálp, ið tú hevur brúk fyri frá læknanum ella heilsufrøðinginum. Tú ert bangin fyri at skuffa tíni foreldur, men tú ert teirra barn, og øll foreldur síggja síni børn sjúk og veik viðhvørt. Tað er m.a. tí, at vit hava foreldur, altso at vit eisini kunnu vísa okkum frá okkara veikastu síðum, uttan at verða vrakað, men verða hinvegin hjálpt. T
ú ert bangin fyri, at tú verður tvungin til innlegging á sjúkrahúsi, men tað er bert í nøkrum fáum førum, at fólk verða innløgd. Tað kann væl henda seg, at tú kanst koma í ein bólk saman við øðrum ungum, ið hava líknandi trupulleikar sum tú. Tað hevði verið gott hjá tær at hitt onnur ung, sum eru í sama báti sum tú. So vælsignaða royn at lata teg upp, so at onnur kunnu hjálpa tær, sjálvt um tað er ræðandi at vísa teimum, hvussu ringt tú hevur tað! Tú verður glað fyri tað í longdini. Um tú hevur tørv á tí, kanst tú altíð venda tær til okkara ráðgeving aftur!
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin