Search
Close this search box.
Hey :) Eg fari bara direkta til tað. Fyri 2-3 árum síðani var beiggji mín bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Men eg kann ikki lata vera við at hugsa, at tað var mín skyld. Tí at tá vit vóru yngri, tá skumpaði eg hann vekk, allatíðina, bara hann royndi at geva mær eitt klemm, fór eg automatiskt, í forsvars-stilling, tí at tá hann ikki fekk, positiva upmerksamheit, so søkti hann tí negativu, við at bogstaviligt talt, happa meg. Og eingin vil vera happaður, so eg skumpaði hann vekk. Og hann slapp aldrin at læra sína egnu systir at kenna. Og nøkur ár aftaná, tá hann var um 16 ara gamal, begynti hann at drekka, og sindur seinni, eisini, at taka stoffir, sum gjørdi at hann halousineraði, og bleiv líkaglaður við alt og øll. Men eg blivi við, at hugsa, at hvissi eg var annaleiðis, so hevði hann ikki begynt at drukki. Men kann tað vera rætt at tað er min skyld at hann begynti? Eg havi so ringa smavittigheit, sjalvt um hann er komin yvir alt, og hevr fingið eitt heilt nytt liv, er sum ein nyggjur personur.   

Hey tú við dulnevninum No clue!
Tað eru nøkur fólk, sum altíð átaka sær skuldina fyri alt møguligt, og tað er ein stórur trupulleiki at hava at dragast við. Í familjum, har onkur av teimum nærmastu hevur trupulleikar við at rúsa seg, er tað vanligt, at tey, sum eru rundanum, fáa skuldarkenslur og hugsa um, hvat man kundi gjørt, so at hetta ikki var hent. Út frá brævi tínum kann eg vissa teg í, at tú eigur ikki lut í, hvussu beiggi tín hevur livað lívið. Vit fáa øll nøkur evnir ( talentir ) við inn í lívið, men summi steðga upp eina tíð á vegnum gjøgnum lívið. Nógv kenna eina tíð ein tómleika innan í sær. Tey fylla so t.d. innvendiga holið við rúsevni ogella rúsdrekka. Nógvum eydnast tó at finna vegin aftur, og koma víðari, soleiðis sum tað hevur eydnast beiggja tínum. Tað er veruliga nakað at gleðast um.

Góða tú, hasar tankarnar mást tú royna av øllum alvi at sleppa tær av við! Tú ert vælkomin at ringja ella kjatta við okkum á Tú & Eg Ráðgevingini. Tað er lættari at samskifta á tann hátt enn bara einvegis, sum eitt bræv jú er.

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…