Góða Tú
Takk fyri brævið.
Vit skilja, at tú hevur nógv at hugsa um, og at umstøðurnar ikki eru so lættar.
Tú kann lesa meira um strongd við at fylgja leinkjuna niðast í brævinum. Har kanst tú finna góð ráð, um hvussu tú lættari kanst fáa meira frið rundan um teg.
Tú spyr hvat “tension” merkir: Tað merkir spenningar. Tað vil siga at hava spenningar í vøddunum. Man kann til dømis hava spenningar í nakkanum, tá hevur man ilt í nakkanum og sum oftast eisini í høvdinum.
Tú spyr eisini um tað passar sum 15minutes4me testin á netinum sigur. Tað finnast nógvar testir á netinum, summar betri enn aðrar. Nú kenni eg ikki hesa testina, men sum heild kunnu testir virka vegleiðandi, men eg meti, at tað er týdningarmikið at tú tosar við ein serfrøðing. Tú skrivar at tú og vinkonurnar hava tosa við heilsufrøðingin í skúlanum, og at heilsufrøðingurin hevur sagt at hon vil sleppa at tosa við tykkum hvør í sær. Hetta eru vit glað fyri at hoyra, tí at tað er tað rætta at gera og er tað sum er best fyri teg. Hetta haldi eg at tú skilur, tí at tú skrivar at “tú má”.
Eitt sum kann hjálpa er, at tú roynir at skriva evni niður sum tú kundi hugsa tær at tosa um, tú kann eisini gott skriva evnir niður sum tú ikki vil tosa um. So kann tú hava tað við tær inn til samrøðuna og brúka tað sum stuðul, um tú ikki veit hvat tú skal siga.
Tú skrivar at mamma tín hevur krabbamein men fer at blíva frísk komandi ár. Covid-19 hevur gjørt 2020 til eitt hart ár, serliga fyri tey sum skulu vísa serligt varðsemi. Alt sum tú lýsir í brævinum hjá tær, bendir á at tú hevði havt gott av at tosa við onkran um alt hetta. Um tað er ov long tíð til tú skal tosa við heilsufrøðingin, so vil eg ráða tær til at fáa hetta sagt við onkran annan vaksnan sum tú hevur álit á, so tú kann fáa onkran at tosa við so skjótt sum gjørligt. Tann vaksni kundi til dømis hjálp tær at sloppið at tosa við ein sálarfrøðing.
Tú ert hjartaliga vælkomin at ringja til okkum á 116 111. Um tú ringir 116 111 er tú dulnevnd og har eru ráðgevar, sum hava nógvar royndir at lurta og kunnu vegleiða tær.
Nú um jólini hava vit opið hvørt kvøld frá kl 20-22 og Jólaaftan og 1. Jóladag, frá kl 20 til 24
Kærar heilsanir,
Tú & Eg Ráðgevingin