Góðasta tú!
Takk fyri brævið! Tú dugir sera væl at greiða frá og at seta orð á tað tú hugsar og følir. Lívið er undarligt, deiligt, stuttligt, keðiligt og ótrúliga hart til tíðir. Vit fara øll ígjøgnum okkara part av gleði og av sorg, og til tíðir kann alt kennast so ómetaliga trupult og líkamikið. Serliga um vit uppliva okkurt sum ger okkum keddan. Tað kann til dømis vera um vit hava hjartasorg, og um vit hava gjørt okkurt sum vit eru kedd av ella angra. Og eitt eru vit menniskju flest so ófatiliga góð til, og tað er at vera hørð við okkum sjálvi. Tað ljóðar eisini sum at tú ert hørð við teg sjálva, tá ið tú nevnir at tú hevur gjørt nógvar feilir. Øll gera feilir, og tað at tú hugsar um tað merkir bara at tú ert eitt menniskja við kenslum. Tað er tó týdningarmikið at fyrigeva sær sjálvum eisini, um mann heldur seg hava gjørt ein feil, so at mann kann koma víðari við lívinum og ikki einans liva við og í øllum teimum lítlum hendingum, sum gera ein keddan. Tað ljóðar sum at tú ert ein góð vinkona, sum vil hjálpa og lurta, tá ið onnur hava tað trupult. Tað ljóðar eisini sum at tú, hóast tú ert so kedd innaní, klárar at vera úti ímillum folk og liva títt lív, sum tú altíð hevur gjørt. Og tað er sanniliga ikki bara sum at siga tað, tá ið ein følir at alt er brotið innaní. So tað er ordiliga flott klárað! Summi hava hug til at læsa seg inni, tá ið tey eru kedd og hava ikki hug til at tosað við nakran. Tað allarbesta er tó, at royna at liva sum ein altíð hevur gjørt. Tað kann vera sera ósunt at læsa seg inni við sínari sorg ogella keðiligum tankum – og kann ofta gera støðuna enn truplari. Tá ið tað er sagt, so er tað týdningarmikið at merkja eftir, hvar eins egnu mørk eru og hvat mann sum menniskja orkar. Sum tú sjálv sigur, so er tað ov nógv fyri teg at lurta eftir vinkonuni fyri tíðina. Kundi tú møguliga sagt henni, at tú sjálv hevur tað eitt sindur trupult fyri tíðina? At tú fegin vil hjálpa henni, men at tú fyrst av øllum má hjálpa tær sjálvari? Tað ljóðar sum at tit eru góðar vinkonur, so eg vóni at vinarband tykkara klárar at bera tað. Tí at tað sum má vera ovast á listanum beint, er at tú ert góð við teg sjálva!
Eg skilji væl, at tú ert kedd um dreingin, tú ert so góð við. Hjartasorg ger so ilt, at mann næstan ikki fær andað onkuntíð. Og tað kann taka sína tíð at koma yvir. Tað góða er, at tíðin sum oftast lekir sárinini hjá okkum og vónandi eisini hjá tær. Eg haldi alíkavæl at tað er ørkymlandi, at tú hevur so nógvar sjálvmorðstankar fyri tíðina, og eri glað fyri at tú vendir tær til ráðgevingina fyri at fáa hjálp. Um sjálvmorðstankarnir fylla nógv, haldi at tað hevði verið got hjá tær at práta við onkran. Tú kanst spyrja læknan hjá tær, hvussu tú bert teg at, um tú ynskir at tosað við ein sálarfrøðing. Tú ert altíð hjartaliga vælkomin at ringja til okkum á ráðgevingini ella at skriva aftur til okkum. Tað eru fólk til sum vilja og kunnu hjálpa tær!
Tað ljóðar sum at tú hevur roynt at tosað við foreldrini hjá tær, og fegin vil at tey skulu lurta. Ofta hava foreldur sera trupult við at skilja teirra børn, hóast tey vilja teimum tað besta. Kundi tú kanska víst teimum hetta brævið? Einans um tú hevur hug og tað kennist rætt, sjálvandi.
Ansa væl eftir tær sjálvari!
Tú & Eg Ráðgevingin