Góða Oggy!
Tað kann verða sera álvarsamt og vandamikið at taka ov nógvan heilivág. Eg rokni við, at tú veitst, at in skal altíð taka heilivágin soleiðis, sum læknin hevur sagt man skal. Concerta, ið er ein heilivágur fyri ADHD, ávirkar heilan og ger, um ein tekur heilivágin rætt, at ein fær betri stýring á sær sjálvum. Nú veit eg, ikki hvussu nógvar tablettir tú eigur at taka ella um tú annars brúkar Concerta í samband við ADHD viðgerð, men tað sum kann henda við kroppinum, tá ein hevur tikið ov nógvar er; spýggjan, ristan, krampar, forvirring, skjóta og ógvusliga hjartabankan, sveittan, ein blívur óróligur, kann síggja ymiskt, ið ikki er til staðar og sjónin kann ávirkast sum heild, ein kann fá turran munn og ein kann svíma. Ein kann eisini doyggja av at taka ov nógvar tablettir av Concerta Concerta virkar í kroppinum upp til 12 tímar.
Tú skrivar ikki, hví tú tókst so nógvar tablettir. Concerta og onnur sløg av ADHD heilivági verða brúkt sum rúsevni, og tað er sera vandamikið. Um tað er so, at tú ert ein av teimum, ið brúkar tað sum rúsevni, vilja vit heita á teg at steðga við hesum, ongantíð ov skjótt. Far heldur at tosa við onkran, sum kann hjálpa tær, um tú hevur onkran trupulleika. Tað er ein ókeypis tænasta kallað Rúslinjan tlf 318586, har fólk kunnu venda sær um rúsdrekkarúsevnistrupulleikar. Har eru fólk, ið eru serkøn innan økið, ið tú kanst tosa við. Meira fæst at vita um tænastuna á www.blakross.fo Tú er altíð vælkomin at skriva aftur til okkara, um tú hevur eitthvørt, ið nívir teg ella um tú hevur fleiri spurningar.
Vónandi kundi hetta svarið hjálpa tær.
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin