Hey Oh lord.
Takk fyri brævið. Tað er gott at tú skrivar til okkara, tí hatta er ikki eitt lættur trupulleiki at hava. Eg skilji væl, at tú ikki longur ynskir at finna teg í hasum.
Tú skrivar at tú elskar pápa tín, og at tú tí ikki vilt siga tað við nakran. Sjálvandi elskar tú pápa tín! Tað er heilt nattúrligt. Men tað merkir ikki, at tað sum hann ger er rætt. Faktiskt er tað ólógligt at sláa børn, og tí er tað umráðandi, at hetta steðgar.
Títt bræv er stutt, og tí er tað eitt sindur ringt at geva tær fleiri ráð. Men eitt ráð kann eg geva tær, og tað er at tú kortini roynir at siga onkrum frá. Ein møguleiki er at tosa við pápa tín um tað, men tað er nokk ikki lætt. Kundi tú kanska tosað við onkran annan vaksnan sum tú hevur álit á? Til dømis ein lærara, eina gummu ella ein gubba, heilsusystrina í skúlanum ella onkran heilt annan?
Tú kanst eisini ringja til ráðgevingina. Har veit eingin hvør tú ert, og tú kanst har greiða meira frá tíni støðu, so vit kanska fáa hjálpt tær betur.
Vónandi gongst tær væl!
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin