Hey hey!
Eg skilji væl, at tú ert á gosi, tí tað kann vera ringt at vita, um drongurin, sum tú dámar veit, at tú dámar hann. Eisini má tað vera ringt at dáma ein, tá tað eru so nógvar, sum dáma hann, Umráðandi er, at tú gert tær tankar um, hví tær dámar hann, so at tað ikki er tí, at hinar dáma hann, at tú dámar hann. Tað er øgiliga ymiskt, hvussu ein flirtar, frá persón til persón, eisini er tað ymiskt, hvussu mótparturin fatar tað at blíva flirtaður við. Tú mást bara gera tær nakrar royndir sjálv. At flirta er nakað við, at ein hevur nakað serligt, ofta spennandi saman, t.d við mátanum, ið tit hyggja uppá hvønn annan, at kropsmálið er jaligtopið, tá tit práta saman, ja at ein vísur at ein hevur tað gott við at vera saman við viðkomandi. Góða eydnu við kærleikanum!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin