Search
Close this search box.
Eg eri ein drongur, ið fái skuldina fyri alt, eg skal bara sita og hyggja, so er tað eisini galið, hvat skal eg gera. Alt hetta er í skúlanum, nú er so inn at hoyra at børn eru atferðartrupul, hvør skal siga at ein er tað, skal lærari døma um hetta ella foreldrini ella skal onkur heilt annar. Eg haldi, at lærarir halda seg vera serkønar innan hetta umráaði passar tað?

Tú skrivar, at tú fært skuldina fyri alt sjálvt um tú onki gert. Tað ljóðar ikki rætt, og tað eigur tú at tosa við læraran um. Um tað ikki hjálpir, eigur tú at tosa við foreldur tíni um tað, og so fáa tey at hjálpa tær at tosa við læraran.
Men tú spyrt hvør skal døma ella meta um eitt barn hevur atferðartrupulleikar. Um tað er eitt skúlabarn skal lærarin tosa við foreldrini um trupulleikan, síðani setur lærarin seg í samband við Sernámsdepilin, sum so arbeiðir víðari við málinum. Á Sernámsdeplinum starvast fólk, sum hava serligt skil fyri slíkum, tað eru lærarar við serútbúgving, námsfrøðingar ella sálarfrøðingar. Lærarin í skúlanum kann eisini tosa við heilsusystrina á skúlanum ella kanska Barnaverndartænastuna. So tú sært, at tað ongantíð er lærarin einsamallur, sum ger av, um eitt barn hevur atferðartrupulleikar.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…