Search
Close this search box.
Hey! Eg byrjaði at nippa mær fyri nøkrum árum síðani eftirhondini. Men nú er mín høgðra vippa NÒGV snedigari forma, og nógv longri uppi í “byrjanini” av vippuni, men vinstra er ordiliga góð, og eg vil hava báðar til at vera sum vinstra… men so kemur problemið! Eg havi bara latið tær voksi í eina viku, men har veksa næstan eingin hár í høgru!!! hon sær akkurát líka út áðrenn! eri bangin fyri at eg havi nippa rótinar úr, so eingin hár veksa aftur… Hvat skal eg gera?!?! Eggangi bara við frunti fyri tí til høgru, so man ikki sær munin… men hjáálp!!! – Eg tími ikki at tekna “á” vippuna…. kunnu cosmetologar gera nakað við tað? Also at tann eina er longri uppi enn hin??   Kanska eitt sindur ringt at skylja, men ja… Hjáálp!D: Mega flóvisligt! Mamma sigur bara at tær eru fínastaslag.. men tað eru tær ikki!!! D: KRISA!

Góða tú við ójavnum eygnabrúgvum!
Sjálvt um vit hava kjattað við teg um tínar trupulleikar við eygnabrúgvunum í gjár, vilja vit allíkavæl leggja brævið út til onnur at lesa, tí spurningurin er nokk viðkomandi fyri fleiri. Tá tú ert farin í gongd við at nippa tær sjálv, er vandi fyri, at tær blíva skeivar. Fyri at fáa tær beinar, er best at fáa kosmetolog at hjálpa tær. Honhann kann gera bíðitíðina lættari fyri teg, til tær eru líka aftur.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…