Search
Close this search box.
Heey hmpf eg veit seriøst ikki hvat feilar mær! eg skrivi við monnum í eru um 30-40 ár og teir koma so til mín og vit mogga og drekka,eg vil hava at teir skullu voldtaka meg ! eri blivin voldtikin fyrr fra eg var 11-15 og nú eri 17 og byrji at vilja at hann skal koma aftur og voldtaka meg !! havi altíð drukki hví vil ein genta blíva voldtikin aftur,tað er skide skeift !! hjálp mær eg veit ikki hvat feilar mær

Góða tú, sum heldur at okkurt feilar tær!
Takk fyri brævið! Gott at tú skrivar og eisini djarvt av tær. Tú setir orð á eitt sera eymt evni, nevnliga hetta við, at ein sum genta ella kvinna fegin vil neyðtakast. Tað eru ein rúgva av kvinnum og gentum sum tendra uppá, fantasera um og vilja hava, at menn skulu neyðtaka seg. Hetta kann vera tengt at teirra seksualiteti og snýr seg ofta um, at yvirgeva seg, missa tamarhaldið, sleppa at kenna maktarsloysi og bara blíva “brúkt”.
Okkara seksualitetur er frá náttúrunnar hond villur og ótamdur og summi hava bara ein “harðari” seksualitet enn onnur – kvinnur sum menn. Men tað er stórur munur á at fantasera um at blíva neyðtikin og kanska eisini blíva tað undir meira ella minni “skipaðum” umstøðum og so í veruleikanum at verða neyðtikin. Ì fantasiinum stýrir ein sjálvur gongdini og einki hendir, sum ein ikki sjálvur frammanundan hevur hugsað.
Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, um tað er tankin um at blíva neyðtikin ella sjálv veruliga neyðtøkan, ein tendrar uppá. Tað er ikki altíð, at okkara seksuellu fantasiir skulu útlivast og tað kann taka drúgva tíð at koma seg yvir eina neyðtøku – eisini eina, ið tú sjálv hevur valt.
Vit menniskju eru soleiðis samanskrúvað, at fyri at verja okkum sjálvi, minnist kroppurin ofta tað, ið høvdið gloymir. Vit kunnu gott halda, at tað, ið vit koma útfyri ella tað, vit sjálvi velja at útseta okkum fyri, ikki hevur nakað serligt uppá seg. Men í kroppinum kunnu tað lagra seg ein rúgva av spenningum og  knútum, sjónligum sum ósjónligum, sum fleiri ár seinni kunnu vísa seg sum ótti, angist, ymisk misnýtsla, sjálvskaðandi atferð, strongd, etingarólag og enntá blíva til varandi sálarlig arr. Og tað ger tað ikki minni trupult, at vit ikki altíð sjálvi duga at síggja samanahang millum tað, ið einaferð hendi og hví vit í dag hava tað so ringt ella undarligt.

Tú sigur, at tú hevur verið fyri neyðtøku, tá tú vart millum 11 og 15 ára aldur. Hvussu ofta skrivar tú ikki.Og nú vilt tú gjarna hava, at hann, ið gjørdi tað, skal neyðtaka teg aftur og spurt um hví. Tað er ringt hjá mær at hjálpa tær í júst hesum føri. Eg havi alt ov lítið av upplýsingum og fái tí ikki gjørt eina nóg góða meting av tínari støðu.Tá tú sum barn ert blivin neyðtikin meira enn eina ferð, er tað sannlíkt, at tú hevur upplivað tað traumatiskt. Hesar ógvisligu hendingar kunnu hava skakað tín seksualitet soleiðis, at tú nú fert gjøgnum eina  re-traumatisering” av fyrru neydtøkunum, tvs, at tú leitar fram støður, ið minna um upprunaligu neyðtøkuna – grundirnar til hetta kunnu vera nógvar. Tú sigur einki um, um nakar  meldaði neyðtøkurnar ella um tú fekst nakra hjálp tá. Talan er um eitt sera grovt lógarbrot, tá ein ger seg kynsliga inn á eitt barn, og serliga grovt, tá talan er um neyðtøku.

Tað er gott, at tú nú ynskir at fáa hjálp. Veit ikki, um tú ynskir at broyta kós, men tú ynskir í hvussu er at skilja, hvat hendir tær. Tú leggur eitt alt ov stórt trýst á teg sjálva og  tín kropp, um tú velir at blíva við at uppsøkja eldri menn yvir netið, fyri síðan at drekka tykkum full og hava sex saman. Sex og alkohol kann vera ein farlig blanding og spyr teg sjálva – vildi eg veruliga gjørt tað sama, um eg var edrú? Eg sigi hetta ikki fyri at lyfta ein moralska peikifingur, men fyri at fáa teg at hugsa teg betur um, hvussu tú fert við tær sjálvari og tínum egna kroppi. Tad er sum so einki gali í at drekka seg fullan og sídan hava sex saman, men tad ørkymlar meg, at tú systematiskt gongur eftir eldri monnum, tekur teir inn fyri síðan at drekka tykkum full, so at tú kanst fáa teir at neyðtaka teg. Tú sigur, at tú altíd hevur drukkid. Fyri tad nýtist tær ikki at blíva vid at drekka.

Kanska hevði verið gott fyri teg at gjørt onkrar broytingar í tínum sex-vanum. Hvat við at halda sex og alkohol atskilt eina tíð? Kanska gevast at drekka í eitt tíðarskeið? Kanska vera edrú, um tú hevur kynsligt samband við onkran. Kanska hevði tað verið gott fyri teg, um tú finnur okkurt at ganga uppí, sum ger teg glaða og gevur meining.
Vera saman vid vinfólki og familju, ið tú hevur tad gott saman við, og har tú kennir teg trygga. Tad er týdningarmikið, at tú fært stabilitet og trivnað inn í tín gerandisdag, at tingini, ið tú tekst vid, geva meinig og at tú grundleggjandi kennir teg trygga, har tú ert.

Nú bleiv svarið rættiliga langt. Tak tað, ið tú kanst brúka og lat restina liggja. Men eg fari at biða teg um at veruliga kenna eftir, hvussu tú hevur tað við neyðtøkuni, ið tú vart fyri á sinni. Kanska skalt tú práta vid onkran um tú hevur brúk fyri tí. Tú kanst altíð kjatta ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina og práta vid okkum ella fáa vegleiðing til at práta við til dømis ein sálarfrøðing.

Ansa nú eftir og fær væl vid tær sjálvari!
Blídar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…