Góði ólukkuliga forelskaði???
Takk fyri brævið! Tú ert í einari pínufullari tvístøðu, har tú ert bangin fyri at sára damuna hjá tær, men hinvegin hevur tú tørv á at hava størri frælsi. Tað er púra vanligt, at dreingir og gentur uppfata parlagið ymiskt, tá ein er í tínum aldri. Tað er ofta soleiðis, at gentur hevur størri tørv á at vera saman við sínum drongi enn umvent, og tað kann skapa trupulleikar, tí tað fær drongin at kenna seg ov bundnan og gentuna at føla seg svikna av dronginum. Tað er umráðandi, at hon eisini hevur síni egnu áhugamál og vinfólk, so at tit ikki altíð eru saman. Tú kanst kanska siga við hana, at tú ert góður við hana og ynskir, at tit gava tað gott saman, men at tú viðhvørt hevur brúk fyri at gera dreingjating saman við tínum vinmonnum, og at hon tá kann brúka tíð til at gera ting, ið henni dámar at gera. Hatta eru heilt rímilig ynskir, ið tú hevur, so tú skalt ikki hava ringa samvitsku um at vilja vera saman við vinum og familjuni, uttan at hon er við tær. Tað verður kanska hart hjá tær at siga tað við hana, men tað er neyðugt. Tað kann fara at gera tykkara parlag betri enn tað er nú. Daman hjá tær verður nokk eisini nøgdari, um hon fær møguleikan at royna nakað nýtt, har hon kann brúka tíðina saman við øðrum enn tær. Um hon hevur trupult við at fáa vinir ella um henni manglar áhuga í at ganga til ítrótt og annað, kann hon venda sær til okkara, so at vit kunnu hjálpa henni at koma í gongd við okkurt, sum hon verður glað fyri. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin at venda tær aftur til okkara, um tú hevur tørv á tí.
Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin