Góða tú, ið hevur ommu og abba, ið drekka!
Takk fyri brævið. Tá eg lesi brævið frá tær hugsi eg um, hvar tíni foreldur eru í hesum trupulleikanum, sum tú virkar at standa so einsamøll við. Tað er mangan sera flovisligt og sárandi at uppliva at tey, sum man er góður við ella í familju við gera og siga ymiskt í fyllskapi. Tað kann vera so mikið pínligt, at man helst vil gloyma tað og ikki tosa við tey um tað, tá tey eru edrú aftur. Tað fyrsta stigið er ikki at krevja, at tey fara til avvenjing, tí tað er eitt sera stórt stig at taka hjá teimum, og nakað, sum tey sjálvi skulu vilja. Tað tekur ofta langa tíð at sannføra fólk um, at tey hava alkoholtrupulleikar, men tað er ymiskt annað, ið tú kanst royna fyrst: Mítt besta ráð til tín beint nú er at tosa við tíni foreldur um, hvussu tú hevur tað við ommu og abba tínum. Tú kanst t.d. biðja antin mammu ella pápa tín tosa við tey um, at tit ikki vilja hava, at tey koma í tína konfirmatión , tá tey hava drukkið. Altso mugu tey velja, um tey vilja drekka ella koma í konfirmatión. Eg vóni, at tíni foreldur fara at taka trupulleikan í álvara. Um ikki, vend tær so aftur til okkara, so at vit kunnu kjatta saman og finna aðrar møguleikar. Tú kanst vísa tínum foreldrum hetta brævið, um tað kann hjálpa tær.
Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin