Tað finnast nógvir mátar at onanera uppá, og tað er ikki neyðugt bara at brúka fingurin. Tað sum er umráðandi tá man onanerar, er at man hugsar um at tað følist væl og at tú gert tað á ein tílíkan hátt sum følist rætt fyri teg. Tú vil helst hava eitt svar frá okkum og ikki bara nøvnini á nøkrum heimasíðum. Tað vil eg allíkavæl geva tær. Orsøkin til at vit vísa til heimasíður er, at nøkur evni, sum til dømis onani, eru so væl greidd frá har, at vit ikki kunnu gera tað betri og á tann hátt fáa tit eisini ta bestu ráðgevingina. Tað vil siga, at vit vísa ikki til aðrar heimasíður tí spurningurin hjá tær ikki er góður ella viðkomandi, tí tað er hann, men tí tú skal fáa tað bestu ráðgevingina.
Viðkomandi heimasíður sum tú kanst fara inn á í hesum føri eru:
– www.netdoktor.dk hygg undir alle emner, síðani undir evni børn og har kanst tú lesa um teenagere, og undir har kanst tú lesa um onani, bæði hvat onani er og hvussu tú onanerar.
– www.sexlinjen.dk hygg undir sexleksikon har kanst tú eisini lesa um onani.
Vónandi kunnu hesar heimasíður hjálpa tær, annars so mást tú skriva aftur.
Góðan lesihug!
Tú & Eg Ráðgevingin