Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr

Onki

Spurningur:

Hey, eg hati at taka medicin, eg veit hví eg taki tað men eg tími ikki at taka tað eg føli meg so illa av tí og eg orki ikki at eta fyrr enn ca.kl 10 um kvøldið tá eg taki tað... eg skal taka tað hvønn morgun.. . Men eg skal taka tað sjálvt um tað oyðileggur mær dagin :( hvussu kann eg sleppa undan at taka hetta býtta og ljóta medicini ??????????????????? P.S eg eri 13 ár og eg taki medicin fyri ADHD :(

Svar:

Hey!
Tað er gott, at tú skrivar til okkum og fortelur um hvussu tú hevur tað við at taka heilivágin. Eg skilji væl, at tú ikki tímir at taka heilivágin, serliga, tá tað oyðileggur so nógv fyri teg.

Tá man hevur ADHD, kann man hava trupult við at konsentrera seg og planleggja handlingar og man kann vera rastleysur. Hetta ávirkar menningina, innlæringina í skúlanum og sambandið við onnur. Børn og ung við ADHD verða ofta misskilt, og onnur kunnu halda tey vera strævin og óuppdrigin. Heilivágurin hjálpir upp á hetta og kann gera, at tann ungi við ADHD líkist meira hinum ungu og soleiðis ikki kennir seg øðrvísi ella uttanfyri. Um tú ikki følir, at heilivágurin hevur hjálpt, kanst tú hugsa um, hvussu tú hevði tað, áðrenn tú byrjaði at taka heilivágin. Tú kanst samanbera við, hvussu tað gongur nú t.d í skúlanum og við at vera saman við øðrum fólki. Heilivágur hevur tó næstan altíð hjáárin. Í hesum førinum t.d. høvuðpínu og ilt í búkinum, sum hvørvur, tá man hevur tikið heilivágin eina tíð. Tað kann eisini ganga út yvir svøvnin. Men tað kann læknin hjálpa tær við broyta klokkutíðina, tá tú skalt taka tablettirnar.

Tú nevnir at tú hevur ringan matarlyst og ikki etur allan dagin. Hetta er nakað, sum er vanligt fyri hatta slagið av heilivági og kann verða ein varandi trupulleiki. Men tú kanst gera nakað fyri at fáa betri matarlyst. Tú kanst taka tablettina til eina máltíð, t.d. saman við morgunmatinum. Harafturat kanst tú eta eina kaloriuríka máltíð aftaná skúlatíð hvønn dag og eisini áðrenn tú fert í song um kvøldið. Tað vil siga okkurt við feitti ogella sukri í. Ger tað, sjálvt um tú ikki troystar tær og vel onkran mat, sum tær dámar. Tú verður eisini illa tilpassar, um tú ikki etur nakað allan dagin og ger støðuna uppaftur verri. Eg haldi, at tú skuldi roynt hetta í nakrar vikur ella mánaðir fyri at vita, um tað hjálpir. Um hetta ikki hjálpir, haldi eg, at tú skalt tosa við onkran, fyrst og fremst við foreldrini. Tú og foreldur tíni skuldu eisini tosa við læknan um hetta. Annars kanst tú tosa við heilsufrøðingin á skúlanum. 

Tað eru aðrir mátar at hjálpa tær t.d. sálarfrøðilig viðgerð, har man lærir at finna øðrvísi og betri mátar at reagera og hugsa uppá. Tað kanst tú tosa við læknan hjá tær um. Vit kunnu ikki ráðgeva tær, um hvat tú kanst gera fyri at sleppa undan at taka hendan heilivágin. Tað mugu tey sum hava skil fyri hesum, saman við tær og familjuni taka støðu til. Um heilivágurin  ikki virkar fyri teg, so er neyðugt  at tosa aftur við teytann, sum hevur ráðgivið tær, at taka heilivágin og fortelja, at tú hevur tað ikki betri av hesum… og saman finna eina loysn, sum er betri hóskandi fyri teg. Tað eru nakrar góðar heimasíður t.d.: www.adhd.dk og www.janssen-cilag.dk. Har kann man lesa um ADHD og hvussu tað er at liva við tí. Eisini er m.a. brævkassi og ein filmur, har tvey ung við ADHD fortelja um teirra lív. Har kanst tú eisini koma í kontakt við onnur ung við ADHD.

Annars kann eisini vera nakað positivt við at hava ADHD, sum tú kanska ikki veitst ella ikki hugsar um. Fólk við ADHD eru ofta meiri skapandi, hugsa skjótari og kunnu lætt fáa onnur í gott lag. Hetta kanst tú brúka í gerandisdegnum og tá tú fert at velja tær útbúgving og arbeiði.

Vinarliga Tú & Eg ráðgevingin