Hey góða
Onkur hevur onkran sum tey kunnu tosa um alt við, men eg vænti at tað er heldur sjálvsamt, og tað eru nógv sum ikki hava tað. Hóast tú ikki hevr eina vinkonu um tú kanst fortelja alt, so skalt tú ikki bera uppá nakað sum tyngir teg so, so tað er sera umráðandi at tú tosar við onkran um hvussu tú hevur tað.
Nú veit eg ikki hvat tað er sum er hent, men eg haldi meg skilja at hetta er okkurt sum fyllir nógv hjá tær. Tí er tað umráðandi at tú fært fortalt tað fyri onkrum, og ikki gongur við tí sjálv.
Í einum vinarskara kann man velja at siga okkurt við onkran, sum man hevur álit á. Sum eg skilji títt bræv, so hevur tú eina vinkonu í tínum vinarskara, sum tú hevði haft hug til at fortalt at tú ikki hevur tað gott, og tað haldi eg at tú skalt gera, um tú følir at hon er tann rætta at fortelja júst hetta sum tú berur uppá. Um hon ikki er tann rætta, so er kanska onkur onnur vinkona, sum tú kundi fortalt tað fyri. Møguliga er onkur av hinum vinkonunum sum er meira klár til at hoyra um hvussu tú hevur tað.
Vinkonur kunnu til tíðir vera heimsins best, og tað ivist eg ikki í at tínar eisini eru, men møguliga eru tínar vinkonur ikki tær røttu akkurát í hesari støðuni, at fortelja hvat tað er sum er hent. Tað kanst tú kanska merkja eftir um tú sjálv heldur. Hóast tú sigur at tú ikki hevur hug til at tosa við nakran vaksnan um hvussu tú hevur tað, so vil eg ráða tær til at gera tað kortini. Finn ein sum tú hevur alít á, kanska ein lærara, ein í familjuni ella onkran heilt annan. Tað er sera umráðandi at tú fært tosa um tað sum fyllir hjá tær, soleiðis at tú aftur fært tað gott, fært sovið ordiligt og hvílur aftur í tær.
Ein møguleiki er eisini at tú sjálv setir teg í samband við læknan, sum tú kanst fortelja hvussu tú hevur tað. Í leinkinum finnur tú telefonnummar hjá øllum læknum í Føroyum.
Kommunulæknar í Føroyum
Vónandi finnur tú onkran at tosa við um hvussu tú hevur tað.
Alt tað besta til tín
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin