Search
Close this search box.
Hey tit! Eg kenni meg ofta ónormala, tí tá eg var “ barn” eini 10 ár og eini trý ár framm, var eg út fyri, at ein maður um 45 ára aldur, sum eg kendi,  javnan føldi uppá meg og forskelligt annað, men vit høvdu tó ikki samlegu. Tað, sum undrar meg, er at tað, sum eg minnist er, at eg dámdi tað og at eg eisini fekk orgasmu av honum. Hetta hevur ikki forstýrað mítt sexlív, burtursæð at eg var 15 ár og bleiv forlovað við einum 8 ára gomlum drongi, um hetta er ein avleiðing av tí at eg havi verið út fyri ella hvat, veit eg ikki. Men nú kann eg blíva so kolandi óð, tá eg síggi mannin, tí hann var ein sovorðin grísur at útnytta meg, tá ið eg var barn. Annars er tað einki, sum eg teinki yvir vanligt. Er hetta ikki ónormalt at dáma at verða nortin við av einum eldri manni, tá man hevur eitt barn. Man lesur jú altíð at lívið verður oyðilagt tá man hevur verið misnýttur. Ella havi eg bara verið heldig, at eg faktisk ikki havi ring minnir, tá hann føldi uppá meg, men heldur nýtti tað, sum hann gjørdi??? Mín spurningur er hví eg havi tað soleiðis við tí, sum hendi mær og hví dámdi eg tað tá?

Hey hey!
Eg vil byrja at svara tær við at siga við teg, at tað er ógvuliga ymsar reaktiónir uppá kynsligan ágang, so vit eru varin við at koma við útsagnum um, hvat er vanligt og óvanligt. Tað er gleðiligt, at tú kanst liva eitt gott lív í dag, hóast tú hevur verið fyri kynsligum ágangi sum barn. Tað er eisini í lagi, at tú hevur blandaðar kenslur fyri hesum manni. Tær kenslur og reaktiónir, ið tú hevði sum barn og tannáringur, í samband við kynsliga ágangin, kanst tú ikki broyta nú, tí hent er hent, og ikki nyttar tær at fáa skuldarkenslur um tað, sum tú føldi tá. Eg vil ráða tær til at venda tær til aðrar felagsskapir og ráðgevingar, ið eru serliga ætlaðar vaksnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, um tú hevur tørv á at arbeiða meira við tínum kenslum í sambandi við kynsliga ágangin.
Okkara ráðgeving er bert ætlað børnum og ungum, og velja vit tí at vísa tykkum vaksnu á aðrar ráðgevingar, og har eru rættiliga nógvar at velja í. Tú kanst lesa meira um viðkomandi heimasíður og kunnandi tilfar, undir Eg og lívið á hesi heimasíðuni.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…