Góða ‘øøh’!
Hatta var ein trupul spurningur, sum eg tíverri ikki kann svara tær nøktandi uppá.
Tað kunnu verða fleiri orsøkir til, at tú ‘lekur’. Kanska er tað tí tú drekkur ov nógv áðrenn tú fer í song ella ikki fer á wc nóg ofta meðan tú er í skúla. Kanska er tað als ikki piss, men útflot í samband við at tú fer at fáa mánasjúkuna. Undir øllum umstøðum er tað eitt sindur keðiligt at tað kemur so nógv út, at tú skal noyðast at ganga við bindi dagliga. Tí haldi eg, at tú skal tosa við mammu ella pápa tín um hvat tit skulu gera. Kanska skulu tit tosa við læknan, sum kann ráðgeva og hjálpa tær. Tað er einki at ræðast, læknin er vanur við slíkt og tú fært ikki ilt. Eg giti at læknin fyrst og fremst bara vil tosa við teg um trupulleikan.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin