Góða tú.
Tú følir teg órættvíst viðfarna av mammu tíni. Eg skilji væl at tað er ein trupulleiki fyri teg, um tú sleppur nógv minni enn øll hini. Men, sum tú sikkurt veitst, so er tað heilt sikkurt, at grundin til at mamma tín ikki lovar tær alt, at hon er so góð við teg, og er bangin um, at tú kemur í óføri. Hvat er rímiligt og hvat ikki, fyri eina 15 ára gamla gentu, fari eg ikki at døma um, tí tað er so ymiskt frá persóni til persón. Men mín kensla er, at hetta snýr seg um álit. Tú heldur teg hava uppiborið, at mamma tín vísir tær størri álit, tí tú hvørki roykir, drekkur ella gongur við dreingjum – Er tað so?
Tú sigur at tú hevur rópt eftir henni og skeldað um hetta. Tað er jú tað, sum ofta hendir tá foreldur og ung tosa saman, so endar tað við rópi og skráli. Men á tann hátt fær man sjálvdan nakað burturúr. Tað sum eg kann ráðleggja tær, er at royna at fáa eitt ordans prát við mammu tína um hetta, uttan at vera ill ella skelda. Um tú kundi forklárað mammu tíni at tú nokk skalt ansa eftir tær. Tit kundu til dømis gjørt onkra avtalu, sum tit báðar kunnu liva við. Við at halda eina avtalu sum tit hava gjørt í felag, kanst tú prógva fyri henni at tú ert til at stóla á, og so fer hon kanska at slappa meira av við tíðini. Eitt dømi kundi verið, at um tú slapst í dans, so varst tú kanska bara eina løtu fyrstu ferð, tit kundu avtalt eina tíð tú skuldi verið heima. Tú kundi eisini havt telefon við, og tit kundu avtalt at tú ringdi heim hvønn tíma, ella hvønn hálva tíma… Tað sum umráðandi er, er at tosa saman sum vaksin fólk, og finna fram til eina avtalu.
Eftir brævinum at døma ert tú ein skilagóð genta. Tað er gott at tú hvørki roykir ella drekkur. Tað ljóðar eisini sum tú og mamma tín hava eitt gott forhold og tosa saman. So tað skuldi ikki verið ómøguligt hjá tykkum at funnið útav hesum her!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin