Góða tú, sum hevur óreina húð Tað er ikki stuttligt at ganga við pirrum í tínum aldri, tá útsjóndin hevur so nógv at siga fyri sjálvskensluna, og tað er heldur ikki rímiligt, tí tað er heilivágur, ið kann hjálpa tær.
Tú skalt fara til lækna við tínum trupulleika. Tað hevði kanska verið gott um mamma ella pápi tín fer við tær, so tey eisini fáa at vita, hvat kann gerast og kunnu stuðla tær. Órein húð kann viðgerast við einum serligum slagi av antibiotika, ið er heilivágur, sum læknin kann skriva resept uppá. Tú skalt tá taka heilivágin eina tíð. Alt eftir hvussu stórur tín trupulleiki er, kann onnur viðgerð eisini koma uppá tal. Um læknin ivast í, hvat hann skal gera skalt tú spyrja um ávísing til húðserlæknan.
Góða eydnu! Vónandi fært tú hjálp skjótt!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin