Search
Close this search box.
Hey! Kanst tú siga mær presis hvat orgasma er ?

Hey hey! Orgasma er ein ordiliga deilig kensla, ið tú kanst fáa, tá ið tú ert seksuelt saman við onkrum. Orgasma følist ikki líka hjá øllum. Men í stuttum kennist hon sum smáir vøddakrampar, tað kitlar í undirlívinum og ein blívur líkasum eitt sindur gummi-kendur  í øllum kroppinum. Tað er rættiliga ymiskt, hvussu gentur uppliva orgasmu, og tað eru eisini fleiri sløg av orgasmum. Nógv fleiri hjá gentum enn tað er hjá dreingjum. Mest vanliga orgasman er “klitorisorgasma”. Klitoris er tann lítli “knøtturin”, ið situr millum tínar innaru kynsvarrar, beint uppi yvir skeiðini. Og um tú vil hava klitoris orgasmu skalt tú bara kela og kína “knøttinum” og tú merkir skjótt hvussu deiligt tað følist. Ein onnur orgasma er “skeiðsorgasman”. Hana fáa gentur typiskt, tá ið tær eru eitt sindur eldri og sum oftast í samband við, at tær hava samlegu. Inni í skeiðini eru nøkur punktir, og verður  trýst á hesi punktir, kann tað føra til orgasmu. Gentur fáa ymiskar orgasmur, alt eftir hvørji punkt, ið trýst verður á og hvussu trýst verður á tey. Gentur kunnu fáa sterkar orgasmur og veikar orgasmur. Og summar gentur fáa fleiri orgasmur enn aðrar. Ofta halda gentur, at tær mugu fáa orgasmu tá tær hava samlegu við einum drongi. Og tá tær so kanska ikki altíð fáa orgasmu, so “ feyka” tær eina orgasmu – tað er óneyðugt. Tí orgasma er ikki nakað, ið tú skalt ella mást fáa. Sex, og  at vera kropsliga tætt saman við einum øðrum persóni er ordiliga deiligt, eisini uttan at tað førir til orgasmu. Orgasma er eisini nakað, ið ofta blívur betur og betur, jú eldri tú verður. Við árunum kennir tú betur tín kropp og veit, hvussu tú vilt rørast við, fyri at hava tað allar best.

Bestu heilsanir Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…