Góða Genta!
Takk fyri brævið! Eg skilji væl, at tú ikki orkar meir. Hetta hevur vart í alt ov langa tíð. Um eg skilji teg rætt, so hevur tú roynt at støðga honum, men hann dugir ikki heilt at skilja, hvar tíni mørk eru. Nú veit eg ikki, hvussu týðiliga tú hevur sagt frá. Tað kann eisini vera ógvuliga trupult, um persónurin ikki vil, ella ikki er vanur við, at lurta, at kenna mørkini(nær ein fer yvir um tað, sum hin persónurin vilynskir) Tað er ikki í lagi, at ein í tínum flokki vil vita alt um teg. Tú hevur ikki skyldu til at upplýsa honum, hvat tú gert, ella hvar tú fert o.sfr. Vit hava øll okkara persónligu mørk, og hann hevur traðkað yvirum tíni mørk. Tín ábyrgd er tá at siga frá. Í hesum førunum hevur tú helst ikki megnað tað sjálv, men tú hevur roynt títt og tú hevur havt samband við læraran. Eg haldi, at tað er óheppið, at tit ikki hava fingið betri hjálp. Nú eru tit so liðug í fólkaskúlanum, og fara helst hvør sín sína leið víðari í lívinum. Tað merkir so , at tit fara ikki at síggjast dagliga. Tað kann broyta hetta keðiliga mynstrið, sum tú hevur verið í. Vónandi fer hann at verða upptikin í sínum og tú í tínum.
Eg haldi annars, at tú gert rætt, tá ið tú ikki svarar honum uppá øll sms´ini. Um tú svarar, so svara stutt og virðiliga. Tú skalt endiliga halda fast við títt lív, og kanska læra teg betur og týðiligari at siga frá, at hetta er mítt lív. Tú sigur, at hann gert illursvakur, um tú sigur honum ímóti. Tá tað hendir, royn so og tak tað heilt róligt, hóast tú innast inni er ill, royn og sig við hann, á ein avgjørdanvirðiligan hátt,- at um tú rópar soleiðis, so ber slettis ikki til at tosa við teg. Síðan kanst tú fara avstað ella leggja hornið á, – ella hvussu tit so samskifta. Tit koma ongan veg við at rópa eftir hvørjum øðrum.
Um tú ikki fært sagt honum, ella fært hann at skilja, hvussu tú hevur tað, við at hann allatíðina plágar teg, so hugsi eg tað er best, at tú roynir at hitta hann minst møguligt og at tit samskifta sum minst. Kanska skal ein steðgur til, fyri at fáa hann at skilja, at tú ikki finnur teg í hesum.
Vóni, at tit bæði koma væl burturúr hesum, og at tú fært títt fríða lív og at hann lærir, at soleiðis samskiftir ein ikki við sínar vinir.
Góða eydnu og skriva endaliga aftur, um tú hevur brúk fyri tí!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin