Search
Close this search box.
hey eg veit ikki hvat eg skal gera eg orki ikki at liva meira abbi mín hángdi seg sjálvan trý ár síðan og eg eri enn kedd um tað mínir vinir hada ikki at tad er so ringt og eg veit ikki um eg skal siga við sjeikin hjá mær at eg havi sjálvmorðstankar eg veit heldur ikki hvussu eg hevði skulla sagt tað við hann tad er ikki hann sum hevur gjørt naka men eg hugsi for nógv um abban eg veit ikki hvat eg skal gera

Góða tú

Takk fyri títt djarva bræv.

Eg eri sera hørm um, at tú hevur mist abba tín. Tað er ómetaliga hart at missa ein, sum man elskar, og lívið kann kennast meiningsleyst og órættvíst, tá ið slíkt hendir. Eg skilji væl, at tað hevur ørkymlað teg, brádliga at missa abba tín – til sjálvmorð. Tað er væl skilligt, at tú er ólukkulig, forvirrað, og at sorgin fyllir nógv.

Sjálvt um tað kann kennast torført at seta orð á sorg, so er pínan týðilig. Tað er umráðandi at seta orð á sína sorgarprosess, og at fáa sett orð á sína søgu. Tú ert væl ávegis, sjálvt um tað er hart. Tú skal læra tína sorg at kenna, og finna ymiskar mátar, hvussu tú skalt tosa um abba tín og tína sorg, sum gevur tær meining.

Eg veit frá øðrum børnum, sum hava mist ein av teirra kæru, at sorg kann fylla alt, men eisini aðrar kenslur sum t.d. vreiði, ótti og maktarloysi. Tú skal vita, at tað finst ikki ein rættur máti at syrgja uppá. Sorg er individuel og ofta ein long prosess, tí skalt tú loyva tær sjálvum at vera kedd og hugsa um abba tín.

Eg hugsi tí, at tú møguliga ikki ert depressiv, men hetta er ringt hjá mær at siga við vissu. Sjálvmorðstankar er sera álvarsamt, tí er tað eitt gott hugskot at tosa við tín lækna, hvussu tú hevur tað, so kunnu tit saman finna útav, hvørjum tú hevur tørv á. Tað eru nemliga nógvir mátar, tú kanst fáa hjálp. Hesum kann tín lækni hjálpa tær við. Tá ið tað so er sagt, hugsi eg, at tað hevur alstóran týdning, at tú tosar við tíni foreldur um hetta, so tú eisini gevur teimum møguleikan at hjálpa tær. Um tað er ov ringt at siga tað við tey, kanst tú vísa teimum á hetta, sum eg skrivi til tín her.

Tú spyrt, um vit halda, at tú skal fortelja sjeikinum um tínar sjálvmorðstankar? Eg hugsi, at tað altíð er gott at hava onkran at tosa við. Tað kundi til dømis verið sjeikurin, onkur í familjuni, ein lærari ella foreldur hjá vinfólki.

Sjálvt um ongar støður kunnu samanberast við hvørt annað, veit eg, at nógv ung, ið hava mist onkran, eisini hava fingið nógv burturúr at tosa við onkran, sum hevur upplivað okkurt líknandi. Eg vil tí viðmæla at tosar við Beran. Berin hevur ráðgeving og bólkar til børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin. Tú kanst lesa meira um Beran her. Tey í Beranum eru ómetaliga fitt at tosa við, og eg hugsi, at tú, sum hevur mist abba tín undir serligum umstøðum, kanst seta teg í sambandi við tey og fáa vegleiðing.

Eg ynksi tær alt tað besta framyvir, og vóni at tú kundi brúka svarið. Tú er altíð vælkomin at ringja ella skriva aftur til okkara.

Um tú fært sjálvmorðstankar, vilja vit fegin heita á teg at ringja til okkara beinanvegin á 116 111. Vit svara hvønn gerandisdag frá kl 10-15, og hvørt kvøld kl 20-22 – eisini í vikuskiftinum.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…