Search
Close this search box.
Hey Tú & Eg brævkassin Takk fyri ein góðan brævkassa. Eg havi ein trupulleika. Eg eri ein 19 ára gamal drongur. Trupulleikin er viðvíkjandi mínum kroppi. Tá eg var uml 12 ár byrjaði at onanera. Eg havi onanera síðani. Ìgjøgnum fleiri tíðarskeið kann tað vera lang tíð, har eg onaneri fleiri ferðir um dagin. Trupulleikin er at eg ongantíð havi brúkt glíðikrem, og nú er murtur mín reyður ella reydligur. Pungurin eisini. Hann er allatíð reydligur, og hevur faktiskt verið tað nú tey seinastu ca. 2 árini. Eg eri bangin. Eg veit ikki hvat eg skal gera. Eg vil gjarna hava at mín murtur og pungur skal fara at síggja vanligur út aftur. Hvat skal eg gera? Skal eg koyra nakað krem á hann, sum kann lekja hann? Og hvar kann eg finna glíðikrem í Føroyum?. Eg havi hugt í onkrum apoteki, men har var einki at finna. Kunnu tit vinarliga svara skjótt, tí eg eri eitt sindur bangin.  

Hey tú, sum ert óttafullur og stúrin um ein bestemtan part av tínum kroppi.
Tað er ringt at ráðgeva tær bert eftir brævinum. Um tú ikki hevur nakað fortreð annars og tað bert er reydligur myrkur húðalitur á kynsgøgnunum, kann hettar vera normalt , so eg haldi tú skalt fara til tín lækna og tosa um trupulleikan og verða kannaður. Minst til, at fyri læknan er tað heilt vanligt at kanna tað privata og intima á kroppinum. Viðvíkjandi glíðikremi so hava øll apotek hettar, men tú noyðist at spyrja eftir tí í hondkeypssøluni. Um tú ert ov smæðin at tosa við eina kvinnu, kanst tú biðja um at tosa við ein mann. Haldi ikki tín trupulleiki ljóðar so álvarsligur, men far og verð kannaður, tað er nógv betur enn at óttast og stúra.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…