Hey og takk fyri brævið!
Tað er tungt hjá tær at ganga einsamøll við einum sovorðnum spurningi. Tað er av stórum týdningi at tosa við onnur um tað, sum hava forstáilsi og virðing fyri, hvør tú ert og hvørjar tankar, ið tú stríðist við. Í pubertetinum og tey fyrstu árini av ungdóminum er tað vanligt at hugsa um hvør man er og hvar man hoyrir til. Eisini er vanligt at ivast í, um man er homo- ella bisexuellur. Nøkur ung eksperimentera og prøva seg fram við at vera saman við dreingjum og gentum, so tey finna út av, um tey eru til kvinnur ella menn. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til at tú tiltrekkist av gentum og ikki dreingjum. Í tínum aldri blíva gentur ofta lætt forelskaðar, men hjá øðrum tekur tað longri tíð at finna tann rætta. Dreingir búnast eitt sindur seinni, enn gentur. Kynini eru sera ymisk og tað kann vera trupult at skilja hvørtannað og tosa saman. Tú hevur meira til felags við kvinnur og tær eru kanska lættari at liva saman við og tosa við. Uppaling og tínar royndir við dreingjum og monnum kann eisini ávirka, um tú tiltrekkist av dreingjum ella ikki.
Tað er ikki vist at tú ert samkynd. Tað kann taka tíð at finna út av tí. Tú kanst geva dreingjunum ein kjans og royna at læra at kenna onkran drong.
Tú avger sjálv, hvussu nógv tú fortelur øðrum. Tá hinar genturnar tosa um dreingir og spyrja teg, kanst tú t.d. siga, at tú ikki hevur funnið nakran drong enn, sum tú ert interesserað í ella, at tú ert kræsin. Tú kanst fara inn á t.d. www.lbl.dk, www.tabu.dk , www.sexlinien.dk og www.ungdomsgruppen.dk.
Tú ert eisini vælkomin at venda tær aftur til ráðgevingina.
Tú ert ikki einsamøll, hóast tað følist soleiðis.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin