Ja hetta er ikki ein løtt støða tú ert í. Í brævinum sigur tú, at tú bæði hatar systkinabarnið og ert øvundsjúk. Er tað okkurt við henni sum tær dámar, sum ger at tú viðhvørt hevur hug at vera saman við henni? Hava tit tað onkuntíð stuttligt saman? Royn at hugsa um tað. Um tú einki dámar við henni, og um tit eingi áhugamál hava til felags, so er kanska eingin orsøk hjá tykkum at vera saman?
Nú sigur tú, at hon bara vil spæla við teldu, og tað ljóðar ikki sum at tú tímir tað líka væl. Um tit ikki hava somu áhugamál, so er tað nakað tú kanst siga við mammu tína – so kann tað vera at hon betur skilur tína støðu.
Tu sigur eisini at tú verður svikin av vinkonuni – og tað er ikki stuttligt. Kanska tú kundi roynt at sagt tað við hana tá tað hendir. Minst til at siga frá, tá tað er okkurt, sum tú ikki vil finna teg í.
Og hvat við øðrum vinkonum, er tað nakar sum tú ert nógv saman við, tí tað kann verða gott at hava aðrar vinkonur, tá ið tað er okkurt í lívinum sum ger ein keddan og irriteraðan.
Men tað er hart at siga við syskinabarnið at tit ikki eru vinir – tit koma nokk at síggjast til ymiskt tá tit nú eru í familju. Royn heldur at finna uppá okkurt annað at gera og sig frá uppá ein góðan máta tá hon ger okkurt sum tú ikki tímir ella ikki finnur teg í.
Royn hetta so kann tað verða at tað verður lættari at verða tú.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin