Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr

p-pillar

Spurningur:

Kann man taka p-pillar fyri at fáa størri bróst? Er tad farligt? Kann man taka tað, tá man hevur mánasjúkuna um man hevur ilt í búkinum? Tað er eingin viðgerð við heilivági, ið kann gera, at bróstini blíva størri.

Svar:

Summar kvinnur uppliva, at tær fáa størri bróst eftir at hava brúkt p-bollar, men tað er sjáldan, at tað ger nakran mun. Vanliga er tað ikki farligt fyri ungar kvinnur at taka p-bollar, sum jú fyrst og fremst skulu takast heilt regluliga og eftir forskrift, sum sigur, hvussu tú skalt taka teir. Tú skalt halda teg til forskriftina, sum er ein seðil, ið er í pakkanum. Tá ein hevur mánasjúkuna, er tað sum oftast so, at ein ikki tekur p-bollar. Vanliga tekur ein p-bollar í 21 dagar og hevur steðg í 7 dagar, tá ein so byrjar eitt nýtt ark. Tó eru onkur sløg av p-bollum, har 28 tablettir eru í hvørjum arki, við sjey tablettum uttan hormonir, í tablettunum, sum ein tekur, maðan ein hevur mánasjúku. Vanliga eru fleiri ørk av p-bollum í sama pakka. Fyri at gera tað so lætt sum gjørligt at taka teir og minnast til at taka teir rætt, eru eisini skrivað dagar á hvørt ark. Tað er umráðandi, at tú ikki tekur  p-bollar óregluliga. Um tú gert tað, fert tú helst at fáa ilt í búkin, fert at bløða og p-bollin verður tá ikki ein trygg fyribyrging móti at gerast við barn. P-bollar fáast ikki uttan ávísing frá læknanum.
Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin