Hey hey og takk fyri brævið! Tað ljóðar sum tú og mamma tín kunnu práta um kynslív og fyribyrging, og tað er bara gott. Tú ert undir kynsliga lágaldurin og kanst tí ikki sjálv fara til læknan at spyrja um p-bollar. Tað er tó sera týdningarmikið, at tú og sjeikurin nýta fyribyrgjandi, og tí haldi eg, at tú skuldi sagt tað fyri mammu tíni. Tað er ringt at vita, hvat mamma tín fer at siga. Vónandi verður hon glað fyri, at tú velir at vera erlig. Tað ljóðar, sum hon ynskir at hjálpa tær, um tú hevur brúk fyri p-bollum. Tá ið tað er sagt, so vóni eg, at tú og sjeikurin nýta annað fyribyrgjandi, so sum hýt, áðrenn tú fært p-bollar. Lurta bara eftir tær sjálvari og ger ikki nakað, tú ikki kennir teg klára til.
Tað kann vera sera ymiskt við mánasjúku-pínu. Summar fáa ikki verið til fyri pínu og aðrar merkja einki. Tú kundi roynt at tosað við læknan hjá tær, og sagt honumhenni, at tú hevur so nógva pínu, so at tú ikki gongur og hugsar, um tað nú er rætt at hava tað soleiðis. Annars, so er ein varmadunkur, ein bleyt sofa og eitt deiligt teppi ikki av vegnum, tá ið ein hevur mánasjúku-pínu :0) Vónandi kann hetta svarið brúkast.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin