Search
Close this search box.
Kann man gott keypa p-pillar uttan at fara til læknan áðrenn, og uttan at foreldrini vita av ?

Hey hey  og takk fyri títt bræv :0)
Tú kanst ikki keypa p-pillar í handkeypi. Tú kanst bara fáa p-pillar í samráð við tín kommunulækna. Nú er tað so, at tú ert 15 ár, og ja, tá ert tú ikki undir kynsliga lágaldrinum longur. Men tá mannagongdirnar eru ymiskar hjá teimum ymisku kommunulæknunum, kann eg ikki lova tær, at tín lækni ikki vil boða tínum foreldrum frá. Tað kanst tú spyrja læknaskrivaran um, tá tú biður um tíð.
Øll góð ynskir til tín
Heilsan Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…