Search
Close this search box.
Eg Eri byrja at taka p-pillar, eg byrjaði at taka pillarrar frá tí at eg hevði haft menstrasjónina í 5 dagar, av tí eg byrji so seint, nær veit eg so um Pillarin riggar?

Góða genta 15 ár !
Fyrst vil eg siga, tú hevur onga sikra fyribyrging henda mánaðin,  tú skuldi haft byrjað við tabletturnum , tá menstruationin byrjaði,  tí p-pillarir virka við at forða fyri at eitt egg verður bugvið og at byrja 5.dag er ov seint at bremsa egg búningina,  og  tá ið ongin eggloysn er, kann ein ikki gerast við barn.
Hvat so, jú tú tekur arkið liðugt,   tað eru 21 ella 22 tabl. so  heldur tú pausu i eina viku og ein bløðing kemur.  Okkurt p-pillara merki hevur  28 tabl. tá   eru tær seinastu pausu tablettir, og samstundis er menstruations liknandi bløðing.   So heldur tú áfram við næsta arkið av p-pillarum og alt er ilagi, men umráðandi at taka tablettirnar hvønn dag og um somu tíð.
Alt hettar stendur týðiliga á instruksini , sum er i p-pillara pakkanum.
Men  ongin ólukka er hend uttan so , at tit hava verið i song saman og at menstruationin ikki kemur. So ger tú ein graviditets test. Annars hevur tú bara oyslað eitt p.pillara ark burtur.
Heilsan Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…