Góða tú, ið nevnir teg ‘Pápi mín er alkaholikari..! Hann hevur verið tað alt mítt lív..’
Gott at hoyra, at tú kanst brúka barnabati.fo, og at tú hevur gagn av síðuni.
At vaksa upp í einum heimi, har annar av foreldrunum stríðist við alkoholmisnýtslu er ógvuliga hart. Eg vil byrja við at siga, at tað er SO flott, at tú hevur tosað við mammu tína, pápa tín, og at tú nú eisini hevur sagt vinkonuni frá umstøðunum har heima, tá pápi tín drekkur. Tað er nevniliga ótrúliga umráðandi, at man loyvir sær sjálvum at seta orð á hesar upplivingar og ikki goymir tær burtur í sær sjálvum. Flott!
Men eg skilji á brævinum, at tú hevur tað ringt – at tú ert kedd og hevur tungar tankar. Hetta er ikki óvanligt, tá ein hevur ein pápa (ella mammu) við misnýtistrupulleikum. Tú ert kanska bangin fyri, nær pápi tín fer at drekka aftur, hvat so kann henda o.s.fr.
Mítt ráð til tín er, at tú tosar við mammu tína um tína støðu og tínar kenslur. Okkurt kvøldið tá tit eru einsamallar og hava møguleika fyri at práta, skalt tú siga henni akkurát hvussu tú hevur tað (soleiðis sum tú hevur gjørt í brævinum til okkum). Hetta skalt tú gera áðrenn pápi tín kemur heim frá túrinum, soleiðis at mamma tín kann fortelja honum, hvussu umráðandi tað er, at hann stegðar við at drekka, og kanska fer í viðgerð fyri sín trupulleika.
Hetta er ein ábyrgd, sum tey vaksnu í tínari familju hava. Tú skalt ikki loysa trupulleikarnir – tað skulu mamma og pápi tín. Men tað er umráðandi, at tú ert erlig og opin, soleiðis at tey skilja at alkoholtrupulleikarnir níva teg.
At enda vil eg siga, at tú ikki mást halda, at pápi tín ikki er góður við teg, sjálvt um hann drekkur. Alkoholisma er ein sjúka, sum kann verða ring at basa, og hon rakar alla familjuna. Tá pápi tín drekkur, so er tað tí hann ikki kann basa tostanum, og ongin heima hjá tykkum kann taka ábyrgdina av drekkaríinum – tað má hann sjálvur gera. Men tit kunnu fortelja honum, hvussu hart tað rakar tykkum. Hetta kann kanska geva honum megina sum skal til, fyri at hann kann steðga.
Góða eydnu!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin