Search
Close this search box.
Heeeej <3 Eg havi nøkur problemir! Mamma og babba drekka illa og eg eri einsamøll um at passa systrarnar hjá mær, tær eru 13 og 9 ára gamlar.. Eg eri faktisk flutt, men viil ikki verða vekk tí eg eri kinda ósikkur av tí sama! Eri bangin um mammu og babba, tey hava skeldast nógv í seinastuni. Og eg havi havt marruna um at tey skeldast og at tey blíva skyld, eri vakna í svøvni av tí at eg havi grátið so illa í svøvni.. Einaferð eg var heima hjá mammu og babba, gingu tey full alla somlu tí, eg var kedd og hiðsig, av tí sama sat eg inni í kamarinum ein heilan dag og græt hjarta úr mær, skar meg í armin og beinið, tí alt gekk útyvir systrarnar! Viðhvørt havi eg bara hug at taka lívið av mær, orki ikki meir!! Eg og beiggi hava ikki nakað serligt forhold til hvønn annan, tí hann altíð er saman við damuni og tey búgva í kjallarinum hjá mammu og babba. Nú eitt vikuskiftið tá mamma var full, gjørdi eg meg klára at fara út á bygd í weekend, kemur systir mín grátandi inn í stovuna har eg sitið og pakki kufferti, Eg spurdi hvat feilti henni, og hon vildi ikki siga so segði “jú, man grætur ikki uttan grund, góða sig hvat feilar?” Tá fór hon at gráta meir og segði. “Eg vil ikki hava at tú rýmir frá mær” Tá brast hjarta á mær, eg svav ikki alla náttina, lá bara og helt um hana. so fóru vit báðar avstað.. Systur mín hevur verið alkoholikari, men hevur verið til avvenjingar… Barnaverndin fór avstað við børnunum, og tað følist sum at helvtin av mær innast inni er vekk, tí at vinirnir søgdu, at eg var eg var mamma 2 fyri tey… Eg byrjaði at passað tey tá eg gekk í 5 klassa, og hetta síðsta hálva árið passaði eg tey næstan hvønn dag, tey svóðu hjá mær næstan hvørja nátt í eitt hálvt ár… Eri serliga kedd av at eg var burturstødd, tá barnaverndin kom eftir teimum, eg føli at eg havi skuffa tey… Og so tað síðsta Sjeikurin hjá mær gjørdi tað liðugt fyri 3 mánaðum síðani, og hann vil ikki tosa ella nakað við meg, hvussu kann eg gera tað betri?? Eg blívi við at tonkja og droyma um hann, Eg droymi at hann kemur inn í kamarið, sigur orsaka og leggur seg hjá mær og heldur um meg. So er alt gott aftur. Tá eg vaknið um morgunin so blívi eg so glað og haldið, at hann liggur har.. Eg blívið so deprimera av tí!! Hopi tit kunnu svara skjótast gjørligt aftur <‘3 Diddan…

Góða Diddan !
Ja, hatta eru rættuliga stórir trupulleikar, ið tú hevur havt og enn hevur at dragast við. Eg fari at byrja við at biðja teg ringja ella kjatta við okkum. Tað er mangan sera trupult at svara so álvarsligum brøvum, tí tá er tað bert einvegis, og vit fáa ikki sett tær spurningar og samskift meira beinleiðis. Tú hevur longu verið mamma fyri tíni systkin í so mong ár, so tú hevur longu góða venjing í at ansa eftir øðrum og geva øðrum umsorgan. Eg vóni, at tú hevur havt onkran góðan, sum hevur givið tær kærleika og umsorgan. Tað treingir tú til. Tú sigur, at Barnaverndartænastan  hevur verið og tikið tíni systkin. So hevur onkur lagt merki til tína støðu og støðuna heima. – Hetta eru børn hjá tínum foreldrum, og nú er so Barnaverndartænastan komin í tøkum tíma, og hevur roynt at hjálpt tínum systkinum. Eg hugsi, um tú tosaði við Barnavernndartænastuna tá, og um tey góvu tær nakað lyfti um hjálp, tá tú eisini hevur rætt til at hava eitt trygt lív. Tá tú sigur, at tú ert á ein hátt flutt frá tínari familju, fær tað meg at hugsa, um tú kanska ert farin at búgva hjá fosturfamilju, og at Barnaverndartænastan er í ferð við at hjálpa tær, men tað sigur tú ikki beinleiðis.

Vónandi fara foreldur tíni at søkja sær hjálp fyri teirra alkoholtrupulleikar. Fyri at nevna nøkur ókeypis  tilboð, so er Blái Krossur og Heilbrigdi, sum veita viðgerð til fólk við slíkum trupulleikum. Tú kanst ikki áhaldandi taka tær av tínum systkjum, soleiðis, sum tað hevur verið. Tú greiðir so væl frá, hvussu góð tú ert við tey, og eisini hvussu krevjandi tað er fyri teg, serliga tá tú sært, hvussu ringt tey hava tað. Sjálvandi ert tú góð við tey, men tú kanst ikki vera mamma teirra. Tað er púra vanligt at børn, ið vaksa upp í familjum við alkoholtrupuleikum, taka sær ov nógv av systkjum og foreldrum. Tað er hinvegin sera skaðiligt fyri teg at taka so stóra ábyrgd fyri øðrum, tí tú setur tíni egnu ynskir og egna tørv til síðis fyri at hjálpa øðrum, og tú hevur tey altíð í tonkunum, og fært ikki slept. Tað kann koma at merkja teg restina av lívinum, um tú ikki sum skjótast fært hjálp til at sleppa ábyrgdini, so at onnur vaksin taka ábyrgdina frá tær. Tað er skuldarkenslan og ringa samvitskan, sum eru ring at sleppa sær av við, men tað ber til, um tú fært hjálp t.d. frá einum alkoholráðgeva, sálarfrøðingi ella øðrum viðgera, ið hjálpa avvarðandi hjá alkoholikarum. At seta orð á tínar kenslur og at tú veitst, at tú fært hjálp, kann eisini hjálpa tær á aðrar tankar, tá tú hevur tørv á at skera teg ella hevur sjálvmorðstankar.

Tú kanst lesa meira um, tá foreldur drekka ov nógv undir Eg og Lívið, og vit vísa eisini víðari til viðkomandi heimasíður, t.d. www.blakross.fo og www.hope.dk

Men so aftur til tín. Tú mást leita tær hjálp, um tú ikki fært nøktandi hjálp nú. Tá tú ert 16 ár, hevur Barnaverndartænastan eins skyldu at hjálpa tær sum tínum yngru systkinum. Tit eiga saman at finna út av, hvat tú hevur brúk fyri av hjálp og stuðli, so at tú kanst fáa eitt so gott lív sum gjørligt. Nú er tíðin komin,  har tú skalt hava tað gott og fáa møguleika til skjótt at byrja títt vaksna lív, soleiðis sum tú sjálv ynskir tað. Tú hevur helst dreymar um útbúgving, arbeiði, at ferðast, at fáa tær eitt trygt stað at búgva, ja alt sum onnur ung eisini ynskja sær.

Viðvíkjandi tíni hjartasorg um fyrrverandi sjeikin, greiðir tú so væl frá, hvussu saknurin eftir honum kennist, bæði meðan tú ert vakin og tá tú svevur. Ikki løgið, at tú saknar hansara umsorgan fyri tær. Tú sigur annars einki um, hvat var orsøkin til at tað endaði millum tykkum, og hví hann ikki vil tosa við teg. Tað kann eisini fara at hava góða ávirkan á teg og títt kærleikslív, um tú fært hjálp fyri trupulleikarnar, ið tú hevur í familjuni. Tað kann vera trupult at vera í einum parlagi, tá ein altíð skal hugsa um, hvussu øll onnur hava tað. Tá kann vera trupult at stuttleika sær og njóta at vera saman við makanum, tí ein verður nógv órógvaður av stúran. Einaferð enn vil eg mæla tær til at ringja til okkum, so at tú betri fært greitt frá tíni truplu støðu, og fært helst meira burturúr ráðgevingini frá okkum.

Ansa nú væl eftir tær!

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…