Search
Close this search box.
Veit ikki hvat evni hetta kemur undir men.. Eg havi brúk fyri einum svari skjótast gjørtligt. Ein vinkona hjá mær hevur fortalt mær at pápi hennara tekur allar pengarnar frá henni, og brúkar teir.. Kemur hetta ikki undir fíggjarliga harðskap? Er hetta loyv, tá gentan er yvir 18 ár? Hvat kann eg sum vinkona gera við hetta?

(Seint svar. Við umbering)

Góða Genta

Takk fyri títt bræv.
Uttan at kenna til neyvu støðuna, vil eg siga, at hatta ikki er rætt framfarið.
Tá ið talan er um børn (0-17 ár) hava foreldrini ábyrgdina av børnunum, og ábyrgd av at hjálpa teimum at halda skil á eitt nú teirra pengum, men nú gentan er 18 ár og myndig, so er støðan ein onnur. Nú kenna vit ikki alla støðuna, men tað kundi verið, at pápin roynir at hjálpa dottrini at spæra pening saman, og ikki brúka allar pengarnar beinan vegin, men samstundis skrivar tú, at hann sjálvur brúkar peningin. Um hetta er støðan er ábending um at tað ikki er rætt framfarið.
Hon hevur rætt til sjálvræði og hennara ognir eru hennara ognir. Eitt kundi verið at tosa við mammuna hjá gentuni, so hon kanska kann tosa við pápan um hesi viðurskifti. Nú veit eg ikki um hetta svarið var greitt nokk, men eitt heilt nágreiniligt svar fært tú, um tú vendir tær til løgregluna.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…