Góða tú,
Takk fyri brævið.
Tað er heilt vanligt at man bløðir nógv tá man hevur menstruatión. Tær flestu bløða mest á 2. og 3. degi, kanska upplivir tú eisini tað? Tað kann hjálpa at skifta bind fleiri ferðir og at brúka størri bind – kanska náttbind? At skifta bind oftari kann hjálpa um man heldur tað er óbehagiligt. So er tað ikki so nógv blóð í bindinum.
Tú skrivar at tú heldur at tað er irriterandi. Kanska hugsar tú nú, at tú ongantíð fer at venja teg við tað, men tað verur lættari við tíðini. Man skal eisini læra seg sjálvan at kenna sum eina unga kvinnu sum hevur menstruatiónina.
Um tú hevur ampa av menstruatiónini er tað eitt gott hugskot at tosa við heilsufrøðingar í skúlanum. Heilsufrøðingarnir plaga at hava fleiri sløg av bind liggjandi og tey kunnu vegleiða tær. Kanska mamma tín ella ein vinkona eisini hava nøkur góð ráð?
Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin