eg havi trupileikar við damuni. hon hevur ikki hug at gera meira enn at fríggja. hvat skal eg gera ? eg eri villur

Góði Pervari,
Eg gangi út frá, at tú vilt sleppa í song saman við damuni hjá tær, tá tú skrivar at hon ikki hevur hug til at gera meira enn at fríggja.

Tað er ógvuliga ymiskt, nær ein er klárur at fara í song við hvørjum øðrum. Dreingir hava ofta meira hug enn gentur hava. Tí er tað týdningarmikið, at tú ikki trýstir damuna hjá tær til nakað, sum hon ikki hevur hug til at gera.
Tú skrivar einki um hvussu gomul daman hjá tær er, og um tað er fyrstu ferð hjá tykkum báðum. Tað er altíð trupult at gera av, nær man skal fara í song saman fyrstu ferð. Tí er tað týdningarmikið, at tit tosa saman, og at tit bæði eru klár til tað. At fara í song saman fyrstu ferð er nakað serligt. Tí er tað sera umráðandi, at ein kennir seg til reiðar til, og hevur hug til samlegu.
Um daman hjá tær er undir 15 ár, er tað ólóligt at fara í song saman, og tú kanst vera revsaður fyri tað.

Vónandi virðar tú ynskini hjá damuni so eingin blívur keddur. Tú kanst eisini lesa meira um kynsliv á heimasíðuni undir ‘Eg og lívið’. Har eru nógv góð ráð at heinta.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin.

Alkohol problemir og einsemi

Veit ikki hvat eg skal kallað tað

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín