Search
Close this search box.
Hey! Hopi tit kunnu hjálpa mær tí at eg havi eitt problem! Pápi mín doydi fyri 4 árum sídani, og mamma mín drekkur nokkso illa.. Men nú er hon farin á Velbastað og papp pápi mín ansar eftir mær.. men hann drekkur sjálvur.. Eg føli meg so einsamalla..:'(Tori ikki at tosa við nakran um tað.. Hvat skal eg gera? Svara skjótt aftur!?:'(

Góda tú.
Eg skilji væl, at tú kennir teg einsamalla. Tað má vera ræðuliga tungt at missa pápa tín og samstundis hava eina mammu og ein papp pápa, sum drekka. Tù skalt vita, at eg føli við tær. Og tað er ógvuliga umráðandi, at tú tosar við onkran vaksnan um hvussu tú hevur tað. Tú skalt ikki vera einsamøll um tílíkt. Tey flestu hava brúk fyri einum at troysta seg, tá ein tey eru góð við doyr. Harumframt skalt tú heldur ikki ganga runt og kenna teg einsamalla.
Tú skrivar, at tú ikki torir at tosa við nakran um tað. Og eg kann ímynda mær, at tað er tí, at tú heldur, at tad er flóvisligt, at mamma og papp pápi tín drekka illa. Tað er í øllum førum tað, nógv onnur ung siga, sum hava foreldur sum drekka illa. Og tey flestu sum hava foreldur, sum drekka, brúka langa tíð, áðrenn tey taka stig til at tosa við ein vaksnan. MEN tey flestu eru somuleiðis ordiliga glað, tá tey so hava fingið sett hol á. Tú skalt vita, at tað eru nógv børn og ung, sum ganga við somu trupulleikum sum tú. Tù skalt eisini vita, at tað ikki er tín skyld, at foreldur tíni drekka. Tí skalt tú ikki vera flóv, men tú skalt tosa við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á. Er kanska onkur annar vaksin í tínari familju, sum tú kundi tosað við? Ella kanska ein mamma hjá einari vinkonu? Ella kanska ein lærari, tá tú byrjar í skúlanum aftur aftaná summarfrítíðina? Kanska tað er lættari at greiða frá tínari støðu, um tú tekur hetta brævið við. Vónandi fært tú savna dirvi at tosa við ein vaksnan um trupulleikarnar hjá tær. Um ikki tú ert til reiðar til tað, so kanst tú eisini tosa ella kjatta við ein ráðgeva á Tú & Eg Ráðgevingini. Góda eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…