Góða Genta
Tú ert 16 ár og tað kann tað saktans verða ein nátúlig frágreiðing uppá orsøkina . Nú veit eg ikki um tú hevur havt regluliga mánasjúku áðrenn? Tú hevur nokk heldur ikki havt mánasjúkuna í nógv ár, so tín mánasjúka er kanska ikki reglulig enn. Hjá fleiri gentum tekur tað langa tíð áðrenn hon gert reglulig. Mánasjúkan kann ávirkast av nógvum, bæði kroppsliga og sálarliga. Til dømis um tú íðkar nógvan ítrótt, kann mánasjúkan blíva burtur eina tíð. Eisini sálarliga, – um tú til dømis skiftir umhvørvið, ella kensluliga ert ávirka av onkrum á ein ella annan hátt. Eg vil bara siga tær, at tað er ikki óvanligt, at hon er so óreglulig í tínum aldri.
Eg kann tó ikki siga tær við vissu, um tú hevur verið við barn og síðani mist barnið. Tað eru fleiri graviditetir sum ongantíð koma fram í ljósið, men enda áðrenn. Um tú í framtíðini fert at ivast so kanst tú taka ein test, teir eru rættuliga álítandi. Men tað er eisini møguligt at taka eitt prát við læknan hjá tær, um tú blívur við at verða í iva.
Eg ivist ikki í at tit brúka fyribyrging, hugsi bæði um kynssjúkur og graviditet. Tá eru tit, í hvussu so er rættuliga væl tryggjaði.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin