Search
Close this search box.
Hey, eri ein 16 ára gamal drongur, seinastu 2 dagarnar tá eg fleygi mær, so fái eg ein alvorliga píni í nakkan beint arđenn avkomu, tađ følist sum tađ pumpar blóđ í nakkanum, og eg tími træmin ikki til læknan ella okkurt. Eg eri akkurat byrjađur at snúsa altso 1 vika síđan, kann tađ hava okkurt viđ tađ at gera? Ella hvat skal eg gera, skal eg halda uppat at fleyga mær í 1 viku ella hvat. Havi fingiđ hatta nakra fáar ferir fyrr. Í gjár klárađi eg meg at pressa meg ígjøgnum tađ, men tađ megnađi eg ikki í dag

Góði Tú,

Takk fyri spurningin

Tað er ikki vanligt at fáa “alvorliga pínu” tá ið ein kemur. Tað er sunt at fleyga sær. Tað kennist gott, og tað fær vanliga kroppin at slappa av. So onani er ikki nakað, vit vanliga seta í samband við høvuðpínu.

Tað er tó vanligt at hava høvuðpínu av og á.  Tað hava øll menniskju, og tað kunnu tað vera nógvar orsøkir til.
Til dømis kann tað vera at tú drekkur ov lítið av vatni, svevur ov lítið, strongd, forkelilsi, v.m.
Tað at snúsa, er nakað vit mæla frá. Slíkt hevur keðiliga ávirkan á kropp og heilsu. Vit kunnu ikki við vissu vísa á, hvørja ávirkan hetta hevur í samband við tína støðu, samstundis sum vit ei heldur kunnu avsanna at hetta hevur eina møguliga ávirkan.

Tað hendir nógv í kroppinum, tá ein kemur. T.d. fer blóðtrýstið upp, og ein fær nógvar skjótar samanringingar í vøddunum, serliga rundan um kynsgøgnini.

Tá tú skrivar, at tú fært “alvorliga pínu”, vilja vit ráða tær til, at seta teg í samband við tín kommunulækna, ella tosa við heilsufrøðingin á skúlanum, sjálvt um tú ikki hevur hug.

Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…