Hey Pingo!
Um BMI liggur millum 19 og 25 hevur ein normala vekt. Títt BMI er 25, so tú vigar ríkiligt,men ert ikki feit.
Tað er fínt, at tú ætlar tær at lætna nøkur kg.
Tú veitst, at tað er best um tað hendir lýðandi, tí tá broytir ein lívsstílin viðvíkjandi mati og rørslu, og so heldur tað betur. Tað er umráðandi at eta ein góðan morgunmat t.d. grýnrugbreyð okkurt slag av mjólkjogurt við hægst ½% av feitti og frukt afturvið. Hetta so, at ein ikki freistast eftir onkrum søtum áðrenn døgurða. Verður tú svong, so hav eina gularót ella eitt súrepli við tær. Mitt um dagin er gott at eta eina tjúkka flís grovum rugbreyði og t.d. eitt egg og eina tomat afturvið. Omaná gjarna t.d. meira gularót og eina frukt. Drekk ríkiligt av vatni afturvið. Um kvøldið eta tit helst heitan mat , tá skal tað vera soltið og bert fáa tær eina ferð. Minst til ikki at drekka nakað, sum hevur kaloriur, bert soltna mjólk, vatn, te og um tú fert út, so t.d. coca -cola light.
Tyggigummi, pastillir og bomm finst sukurfrítt eisini.
Mást tú eta nakað um kvøldið so t.d. eina ósøta keks og eina lítla frugt. Maturin er sokallað brennievni, tú tekur inn í kroppin, og so er avgerandi hvat tú forbrúkar. Brúkar tú tínar vøddar dúgliga hvønn dag t.v.s. ein tíma dagliga, gongur í skúla, rennur, svimjur, ruddar ella íðkar tú onkran ítrótt, so verður negativt úrslit, t.v.s. tú lætnar.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin