Góða Pippi!
Túsund takk fyri brævið. Tað er ótrúliga flott av tær at taka stigið til at skriva til okkara.
Tú skrivar, at pápi tín hevur alkohol trupulleikar. Tað er altíð keðiligt at vera partur av eini familju, har annar av foreldrunum drekkur – í tínum føri pápi tín. Tað er ringt, tí at familjulívið heima er merkt av, at man ongantíð veit, hvat fer at henda. Tú veitst ikki nær foreldrini hjá tær skeldast, ella nær tey hava tað gott saman. Tú hevur eisini trupult við at fara á legu, tí tú ikki veit, hvat fer at henda har heima. Tú hevur ikki ávirkan á, hvat hendir heima, tá tú ert á legu, og hetta er heldur ikki tín ábyrgd. Tað er heldur ikki tín ábyrgd at vera millum foreldrini hjá tær, so at mamma tín ikki slær. Tað er ábyrgdin hjá foreldrunum hjá tær, at syrgja fyri at tú hevur tað trygt og gott heima.
Tað er djarvt av tær at siga við mammu tína, at hon skal lata vera við at sláa. Halt áfram við tí. Eingin eigur at finna seg í harðskapi.
Hóast pápi tín drekkur, ert tú góð við hann. Tað er kanska tí at tú gloymir alt tað keðiliga, sum hendir heima hjá tykkum. Man kann gott vera góður og illur við ein persón samstundis.
Okkara ráð til tín er, at tú fortelur pápa tínum, hvussu tú hevur tað, tá pápi tín drekkur, og hvussu hetta ávirkar títt lív. Hetta er av týdningi, so at pápi tín fær at vita, hvussu hansara alkoholtrupulleikar ávirka teg. Tað er eisini umráðandi, at tú fært tosað um tínar tankar og kenslur hesum viðvíkjandi.
Tá man er í eini slíkari støðu sum tú, tá er tað ikki óvanligt, at man er illur, keddur, bangin og hevur nógvar býttar tankar. Tað er eisini í lagi at vera illur, keddur og frustreraður inn á síni foreldur. Tað ljóðar, sum tú gjarna vil gera umstøðurnar í familjuni betur. Men teir trupulleikar sum tíni foreldur hava, mugu tey sjálvi loysa, ella fáa hjálp til at loysa frá øðrum vaksnum. Tað kann ikki vera lætt at liva undir teimum umstøðunum sum tú livir í. Um tú hevur tørv á at tosa við onkran, uttan at siga hvør tú ert, so ert tú ert vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. Har kanst tú tosa við ein ráðgeva, sum kann lurta, og royna at hjálpa tær víðari úr hesi støðu.
Blíðar heilsur,
Tú & Eg Ráðgevingin