Hey hey!
Tá ein fer til læknan, tí ein pissar í song, er tað ymiskt, ið læknin vil kanna, áðrenn hann fer í gongd við nakra viðgerð. Tú hevur ikki skrivað nakran aldur og ei heldur, um tú ert genta ella drongur. Tí fært tú ikki so neyvt svar, men eg vil royna at svara tínum spurningi so væl sum gjørligt. Eg veit ikki, hvussu nógv føroysk børn og ung hava trupulleikan at pissa í song, men tað eru nógv. Talan er um ein trupulleika, sum er ringur at tosa um, men tíbetur verður meira og meira gjørt fyri at varpa ljós á enuresis ella barna-inkontinens, sum tað eitur, tá ein pissar í song, tí ein ikki kann halda vatninum. Í Danmark eru uml 50.000 børn, ið hava enuresis, harav nógv fleiri dreingir enn gentur. Læknin spyr spurningar, og ymiskar kanningar skulu gerast, og kanningarnar eru ymiskar, alt eftir, um ein er kvinna, maður ella barn. Tað eru serliga tveir viðgerðarmátar, ið verða nógv brúktir: Tann eini er við heilivági, antin sum tablettir ella sum pístr, og hin mátin er við einum tóli, ið ringir, tá ein byrjar at pissa.
Tú kanst lesa nógv meira um hetta á: www.borneinkontinens.dk ella www.inkontinensforeningen.dk
Tú kanst altíð venda tær aftur til okkara
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin