Search
Close this search box.
Hetta er ein orduliga góður brævkassi! (: mh.. eg havi fax eitt ‘problem’ : Fyri einum ári síðan kom eg at kenna eina konu og ein mann. Vit eru blivin orduliga væl. tey eru fyrst í 40. og hava eingin børn. mh.. mítt problem er, at eg havi eitt sindur ringt við at trúgva tí, sum tey siga.. Tey siga at tey eru orduliga góð við meg – skal eg bara trúgva tíð, sum tey siga ella hvat skal eg gera?? Haldi at tað er eitt sindur løgi, at tey siga soleiðis.. Konan kann gott klemma meg og mussa meg á kjálkan.. men maðurin ger tað eisini, men bara tá ið konan ikki sær.. og á nýttárinum mussaði hann meg á munni fleiri ferir.. Onkuntíð, tá ið eg ikki havi verið og vitja tey í eina tíð, soo kann maðurin gott finna uppá at skriva eitt sms til mín, har hann skrivar ‘leingist eftir tær’ osv.. haldi at tað er eitt sindur creepy.. og eg haldi ikki at konan veit av at hann skrivar soleiðis til mín.. Havi tosa við nakrar vinkonir og summar halda, at tað er tí at tey eingin børn hava og so fungeri eg akk sum eitt.. og æðrar halda at tað er eitt sindur vemmuligt at hann skrivar og ger soleiðis.. Eg veit ikki hvat eg skal gera??? Pliiiiis.. hjálp mær??

Góða tú, ið biður um hjálp!  
Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú setir spurnartekin við teirra atburð mótvegis tær. Tað er ymiskt, sum eg kundi hugsað mær at spurt teg um, t.d hvussu tú annars hevur tað, um tíni familjuviðurskiftir og um tín aldur. Aldurin hevur rættiliga stóran týdning, tí jú yngri tú ert, jú verri er tað hjá tær at steðga tí, sum tær ikki dámar. Tað er trupult hjá mær at siga tær, hvat tú skalt trúgva. Tað kann væl vera, at tey eru góð við teg, men samstundis hendir ymiskt, ið tú setur spurnartekin við, og tað er har, ið tú kanst gera nakrar broytingar. Tað er ymiskt, hvat fólk halda vera vanligt. Summi mussa síni børn á munnin, meðan onnur bert mussa á kjálkan. Summi gevast at mussa børnini á munnin, tá børnini blíva størri, tí at børnini broytast og seta onnur mørk fyri, hvat tey vilja og ikki vilja. Tá tú følir, at tað er creepy, skalt tú lurta eftir tí kensluni hjá tær, og royna at steðga tí, so at tað ikki hendir aftur. Tað eru nógvir aðrir mátar at vísa einum barni umsorgan enn at mussa tað á munnin. Eg vil eisini mæla tær til at vera opin við konuna, so at tú ikki skalt halda nakað loyniligt fyri henni. Tað kann eisini steðga honum í sínum atburði, at tú ert opin og erlig við konuna. Til endans vil eg biðja teg hugsa teg væl um, hvønn tørv tú hevur at vera saman við teimum, so at tú ikki ert saman við teimum, fyri at gleða tey, men at tú sjálv følir gleði við samveruni við tey. Tað mest natúrliga vildi verið, at tú tosar við tíni foreldur um hetta, men um tað ikki ber til, kanst tú altíð kjatta ella tosa við okkum. Tínar vinkonur hava ymiskar meiningar um, hvat hendir, men tað kanst tú ikki brúka til so nógv, sjálvt um tær fegin vilja hjálpa tær. Tí ert tú sjálv tann, sum tú skalt lurta best eftir.

Ansa væl eftir tær!

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…