Góða Polét,
Tað eru nógv menniskju, sum dagdroyma, akkurát sum tú. Ein dagdreymur kann vera samansettur av fantasi, tankum, kenslum og vónum, og tað kann vera ymiskt, hvussu fólk uppliva tað at dagdroyma. Ein dagdreymur kann vera merktur av tí humørinum, vit eru í. Tað vil siga, at um vit eru í góðum lag, hava vit lyndi til jaligar tankar og kenslur. Hinvegin, um vit hava ein rotnan dag, har humørið ikki er av tí besta, kunnu vit hava lyndi til meira neiliga dagdroyming. Tað er møguliga tað, sum tú lýsir, at tú til tíðir kanst hugsa teg inn í eina ónda ringrás, har hendingar verða verri, enn tær í veruleikanum eru. Tá kann vera gott at siga við seg sjálva, at tað bert er ein tanki, sum fer ígjøgnum høvdið, og at tankar eru ikki altíð sannleikar. Dagdreymar kunnu eisini vera ein hjálp í gerandisdagnum. Tað kann vera ein góður máti at slappa av ella fáa hvíld frá tí, sum hendur kring okkum og kann geva okkum meira orku í gerandisdagnum. Tað er eisini ofta, ímeðan vit dagdroyma, at vit kunnu fáa sokallaðar ’aha’ upplivingar, har okkurt, ið vit hava hugsað um endiliga fellur uppá pláss, við øðrum orðum løtur, har vit læra,. Tað er fínt, at tú ert varin við, at tú hevur lyndi til at dagdroyma, og vónandi gongur tað ikki ov nógv útyvir tíni bindindi í skúlanum. Tú ert vælkomin at skriva aftur, um tú hevur fleiri spurningar.
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin