Search
Close this search box.
Tað eru nakrar gentur sum gera populerlista og skriva 1, 2, 3,…….. Osv. Hvør er best og hvør er vánaligast í flokkinum. Eg havi sagt tað við tær at tað er keðiligt, og tær halda onkran uttanfyri men tær leggja einki í tað men lærarin veit ikki av tí. Eg havi sagt mammu mína tað, og hon heldur at vit mugu gera okkurt við tað men vit vita bara ikki hvat.

Góða Genta, 10 ár
Tað er sera flott av tær, at tú sigur frá, báði við genturnar, ið gera hetta og eisini at tú sigur tað við mammu tína.
Her er tað umráðandi at tú greiður lærarunum frá hesum. Møguliga biður tú mammu tína um hjálp, at siga hetta við lærarin.
Lærarin skal hjálpa tykkum í flokkinum, so tit øll trívast væl saman. Tað er sera umráðandi at tit øll í flokkinum, saman við foreldrum tykkara, hjálpa til við hesum.
Greið flokslæraranum frá um hetta, so kemur hetta uttan iva at loysa seg.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…