Search
Close this search box.
eg havi faktisk fýra problemir sum eg hopi tit vilja svara uppá !
1) eg føli at summar gentur í klassanum halda meg uttanfyri, men eg veit ikki hvi? eg royni at vera fitt, eg eri ikki ein ið plagar at brokka seg um nakað ella nakað. summatíðir tími eg bara ikki at ganga í flokkinum. hvat skal eg gera fyri at tær vilja hava meg uppí ?
2) eg havi akkurát fingið eina nýggja besta vinkonu, men áðrenn vit blivu bestu vinkonur hevði hon eina aðra, og tann gentan var einaferð ordiliga súr við meg hon hataði meg og alt, men so blivu vit góðar aftur, men eg haldi at tað virkar sum hon enn er súr við meg, hvat skal eg gera fyri at hon ikki er súr við meg ?
3) mamma mín hon skeldar nokkso ofta, eg gráti næstan hvørt kvøld tí eg eri so kedd, eg eri næstan ongantíð heima, tí at eg veit at hon bara skeldar, men so tá eg komi heim byrjar hon at skelda tí at eg ongantið eri heima, og um eg bara geri okkurt lítið verur hon súr ! mamma og babba eru skyld so tá ið mamma skeldar ynski eg bara at vera hjá babba, men hann býr í dk og eg og beiggi min hava einki samband við hann so tað er ikki so lætt. hvat skal eg gera ? 
4) eg havi verðins fittasta sjeik, men eg eri so ræðuliga smæðin og eg føli at eg foðri honum i forsjelligum tí at hann er vanligt ikki smæðin men tá hann er saman við mær er hann smæðin, so eg føli at vit ikki koma víðari tí at vit eru so smæðin, men vit vilja ikki frá hvørjum øðrum vit elska hvønn annan so høgt ! hvat kunnu vit gera ?

Hey Problembarn!
Allarfyrst vil eg biðja teg orsaka, at tú hevur bíðað so leingi eftir einum svari uppa tínar spurningar!!!  Eisini vil eg takka tær fyri, at tú skrivar inn til okkara.

Tú hevur fýra trupulleikar og eg fari at svara teimum hvør sær.

Ì tínum fyrsta problemi skrivar tú, at tú følir teg uttanfyri ímillum genturnar í klassanum. At føla seg uttanfyri er ikki stuttligt, og ger at man oftani kennir seg illa. Kanska hevur tað eisini við sær at man bara upplivur at verða uttanfyri. Kann tað hugsast at tú kundi kent teg innanfyri ímillum aðrar í flokkinum?? Og at tað ikki eru allar ið halda teg uttanfyri? Grundin til at eg skrivi hetta er, bæði tað at tað er ringt hjá mær at geva nøkur ráð, men allíkavæl fái eg hug at biðja teg hyggja uttan um teg og ikki bert stara teg blinda uppá tær sum halda seg uttanfyri.

Títt næsta problem líkist tí fyrra probleminum, at tú eru í iva um vinkonur. Eg haldi ikki tú skalt broyta uppá teg sjálva – tað besta má vera at vera sum man er. Kann tað kanska vera tín ósikkurheit, sum ger at tú upplivir hana sum súra?. Eg meini ikki at tú er ein ósikkur persónur, eg kenni teg jú ikki, men at tú ert ósikkur uppá tína vinkonu. Hetta kann kanska føra við sær at tú tolkar tað hon ger, og sigur sum um hon ikki dámar teg. Míni einsastu ráð eru, at tú ert sum tú ert, tí tú ert uttan iva góð nokk. Royn at gera tær nakrar tankar um hvat ein góð vinkona er. Og so kanst tú hugsa um, um tú livur tú upp til tað, og um vinkona tín er ein góð vinkona?

Tín triðji trupulleiki snýr seg um títt forhold til mammu tína, og tú spyr hvat tú skalt gera tí mamma tín skeldar teg illa, og at tú ynskir at vera hjá pápa tínum tá mamma tín er ill. Eg veit ikki hvat eg skal geva tær av ráðum á hasum økinum, tí eg veit jú ikki hví mamma tín skeldar. Eg hopi tit eisini hava løtur har tit kunnu tosa um eitthvørt, kanska skalt tú royna at fortelja mammu tíni okkurt ella biðja hana um onkur góð ráð!! Mammur vilja gjarna hjálpa sínum børnum. At tú saknar pápa tín, og at tú gjarna vilt vera saman við honum er ikki so løgið. Tú saknar hann sikkurt oftani, og hann er eisini langt burturi, og onki samband at hava ger ikki støðuna betur. Kann tað hugsast at tú grætur eftir honum og ikki bara at mamma tín skeldar. Kanska skuldi tú fortalt onkrum vaksnum persóni, at tú longist og at tú saknar pápa tín.

Tín fjóðri trupullieki er at tú ert so smæðin. Veit sjeikurin av at tú ert smæðin??? Tað kann hjálpa at tosa saman um tað. Hví tú skal forða honum skilji eg ikki ordiliga, og aftur her er umráðandi at tosa saman um hvat ið man hevur hug til, bæði saman og hvør ið sær. Tann einasti mátin at læra hvønn annan at kenna uppá, er at tosa saman. Nú veit eg ikki hvussu leingi tit hava kennst, og tað er sjálvsagt eisini avgerandi fyri hvat man torir, alt eftir hvussu gott man kennist. Tað er umráðandi at man gevur hvørjum øðrum tíð at læra hvønn annan at kenna. 

Eg vil at enda geva tær eini ráð, ring til ráðgevingina og tosa við onkran um hvussu tú hevur tað. Tað er ikki víst at nakar kann loysa tínar trupuleikar, men at tosa við onkran hjálpir altíð eitt sindur.
Tú nevnir teg eitt problembarn, tú ert eitt barn við nøkrum problemun, men…ikki víst at tú ert eitt problembarn, tú ert sikkurt alt møguligt annað eisini.
Vit hava opið mánadag og hósdag millum 14.00 og 22.00 og telefonnummarið er 116 111.
Kærar heilsur, 

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…