Search
Close this search box.
Hey, eg eri 16 ár og havi fingið damu. Eg vil gjarna hava samveru við hana men, eg tori ikki ti at, eg havi ongantið shava meg har nirði, ti eg veit ikki hvussu eg skal gera. Hvat skal eg gera?

Hey tú,

Takk fyri spurningin!

Áskoðan um intima raking er broytt gjøgnum tíðina. Í 1970’unum var tað til dømis móti at hava natúrligan hárvøkstur. Síðan 1990’ini hevur tað veri móti at raka sær meira og minni. Kanska eru vit longu nú á veg móti eini tíð, tá ið natúrligur vøkstur aftur er móti. Líkt er í hvussu so er til, at natúrligur hárvøkstur verður meiri spennandi aftur?

Tað er tín kroppur, so tað er tú ið avgerð hvat tú ynskir at gera, minst til tað. Men tú spyr hvussu man skal gera tá man rakar sær: her er svarið.

Tað hevur týdning at fyrireika húðina. Fyrst og fremst skal húðin vera rein og gerast bleyt. Tað er ymiskt hvussu húðin ávirkast, so tú kanst royna teg fram og finna útav, hvat er best fyri tína húð.

  • Hjá summum er tað nóg mikið við heitum vatnið, soleiðis at porurnar lata seg upp.
  • Fyri flest er tað ikki nóg gott einans at brúka heitt vatn, so tey brúka barberskúm, olju ella sjampo/balsam.
  • Fyri nógv, tolir teirra intima húð ikki so væl tær vanligu sápurnar, og brúka tey tí intimsápu.

Tú skal tryggja tær, at rakiblaðið einans verður brúkt til intimrøkt. Tað er ikki gott at brúka somu rakibløð til intimbarbering og til onnur støð á kroppinum, tí at húðini ikki er tann sama. Um tú ger tað, kann tað elva til svamp ella aðrar smásjúkur.

Brúka eitt reint og hvast rakiblað. Tað er týdningarmikið at raka við hárinum og ikki ímóti hárinum. Soleiðis irriterar tú húðina minst møguligt, og fyribyrgir reyðar knobbar.

Rakar tú tær og angrar tað, ja, so vaksa hárini útaftur. Tað gongur vanliga ein til tveir dagar, áðrenn hárstubbarnir koma útaftur, so tú kanst saktans royna teg fram. Finn útav hvat riggar fyri teg. Um mann vil intimraka sær, hevur tað stórar týdning at vera varðin, tí at tað er eitt sárbært økið á kroppinum.

Les meira her.

Vinarliga,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…